Ommusysturin fekk hann at spæla sjónleik.
Tað var fyri meira enn 10 árum síðani, og hann hevur spælt sjónleik á hvørjum ári síðani.
Jan Gardar er 28 ára gamal og starvast dagliga sum leiðari í Keypssamtøkuni í Klaksvík, har hann byrjaði sum krambakallur fyri nøkrum árum síðani. Umframt tað rekur hann eisini dansistaðið Lognbrá, sum heldur til í KÍ-høllini.
Tá Jan ikki flýggjar húsarhaldsvørur yvir diskin í FK-handlinum í Nólsoyar Pálsgøtu ella spælir nýggjasta tónleikin fyri ungfólki í Lognbrá, er hann stundum at finna á pallinum í mentunarhúsinum Atlantis.
Har hevur hann havt sína gongd í nógv ár. Jan byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í 1988, tá Klaksvíkar Sjónleikarfelag setti upp leikin Mio mín Mio. Síðani hetta hevur nærum á hvørjum árið verið boð eftir Jan, tá nýggjur leikur var á skránni.
Familjutraditión
? Tað er ein familjusjúka haldi eg, sigur Jan, tá hann skal grundgeva fyri, hví hann á fyrsta sinni fór undir at spæla sjónleik. ? Adelborg Linklett er ommusystur mín, og tað var nokk hon, sum lokkaði meg at byrja av fyrstan tíð.
? Omma plagdi eisini at spæla sjónleik. So Jan heldur, at tað er fyrst og fremst av arviligum orsøkum at hann fór undir at spæla sjónleik. Sjálvur hevur Jan onga útbúgving innan sjónleik, men við tólv árum á baki, sum aktivur limur í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, er Jan at rokna sum ein av garvaðu leikarunum í felagnum.
? Eg havi onkuntíð fyrr spælt mær við tankan um at royna at sleppa inn á sjónleikaraskúla, men tað bleiv ongantíð til nakað. Sjálvur er hann ikki so keddur av hesum.
? Tað vísir seg ofta, at fólk, sum hava tikið útbúgving sum sjónleikarar, enda við bara at spæla álvarsamar leiklutir. Sjálvur dámar mær líka væl skemtileikirnar.
Sera tíðarkrevjandi
Jan hevur fleiri ferðir spælt sær við tankan um at gevast við sjónleikinum og lova øðrum leikarum framat. Men tá eitt hálvt ár er farið eftir seinastu sýning av einum leiki, og fyrireikingarnar til næsta leik so smátt eru byrjaðar, so kemur hugurin til sjónleikin aftur.
? Frá tí, at farið verður undir venjingarnar, ganga vanliga tveir mánaðar við harðari venjing, áðrenn alt er fingið upp á pláss, og leikurin kann frumsýnast.
? Ofta er buldraligt og nógv verður rópt og skeldað, men tá so alt er fingið upp á pláss, gevur tað heila meining aftur.
Tey tólv árini, Jan hevur fingist við at spæla sjónleik, er tað nærum blivið til ein leik um árið.
Vilja hava undirhald
Klaksvíkar Sjónleikarfelag er serliga kent fyri at leggja seg eftir at spæla skemtileikir, men eisini leikir við meira álvarsligum innihaldi hava verið á skránni.
? Vit hava roynt at varierað tað eitt sindur, sjálvt um tað ikki rættuliga hevur verið annað hvørt ár skemt og álvara. Tað er soleiðis at fólk, sum koma til sjónleik í Klaksvík, vænta at síggja ein skemtileik. Hetta ger, at vit í ein ávísan mun hava lagt okkum eftir teimum lættaru leikunum.
? Velja vit at spæla onkran meiri krevjandi og álvarsaman leik, koma nógv færri fólk til sýningarnar.
? Klaksvíkingar vilja hava undirhald, sigur Jan.
Hóast hetta, so hevur eisini verið pláss fyri álvarsamari leikum, tann seinasti var Salka Valka.
? Tað er ein nógv størri avbjóðing fyri leikararnar at skula vera við í einum tílíkum leiki, men fyri felagið hevur tað ofta roynst illa.
Jan hevur sjálvur bara havt minni leiklutir í álvarsomu leikunum.
? Teir smáu leiklutirnir eru fyri meg teir nógv truplastu. Tað er ikki lætt at skula liva seg inn í ein slíkan persón, tí har er ofta so lítið at halda seg til. Ymiskt er broytt, síðani Jan á fyrsta sinni trein á pallin í Atlantis. ? Reint leikliga dugi eg ikki rættuliga at meta um tann serliga broytingin er hend. Hinvegin eru umstøðurnar at leika undir, broyttar rættuliga nógv til tað betra, sigur Jan avgjørdur. Atlantis var fyri einum tveimum árum síðani umvælt, og stórur partar av húsinum vóru tá gjørdir av nýggjum, eitt nú var pallurin vaksin, og nýggj høli vórðu gjørd í kjallaranum til at venja í.