Duathlon Ætlanin var at kappast á gøtunum millum Hotel Føroyar og fjósini í Havnardali. Men ísur og kavi gjørdu, at kappingin bleiv eitt sindur broytt. Runnið bleiv sum ætlað 6 km, men súkklingin fór
Tey fyrstu skipini, sum fóru til fiskiskap beint eftir jólahalguna, eru nú komin aftur av túri. Í gjár landaðu fýra partrolarar í Saltangará. Rókur og Lerkur høvdu tilsamans 300.000 pund og Heykur og
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, vil ikki staðfesta lógina um, at íslendska ríkið skal veðhalda fyri skuldbindingar hjá Icesave-bankanum. Forsetin boðaði frá avgerð síni í morgun. Avgerðin
Føroyskar sagnir eru nú savnaðar á Snar sum talgildur tekstur. Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at talgildað sagnirnar, og í samráði við Føroya Skúlabókagrunn er gjørt av at
Mikudagin, 6. januar 2010, er stórur dagur fyri KT-vørðir í fólkaskúlanum. Tá verður møguleiki at taka samanum og meta støðuna »KT í fólkaskúlanum«, nú 10 ár eru liðin, síðani felagið varð stovnað. -
Skipað verður fyri »syngið við kvøldi« í missiónshúsinum í Kollafirði leygarkvøldið 9. januar kl 19.30. Kvøldið verður skipað soleiðis, at ymisk koma at luttaka við sangi og so verður eisini felagssan
Tá vit fyrr í dag skrivaðu, at talan var um eina samlaða eykarokning upp á 410.000 krónur, sum KÍ skuldi gjalda fyri at hava koyrt Tony Paris úr starvinum sum venjari, var hetta ikki allur sannleikin.
Landingarmiðstøðin Kongshavn hevur landað væl meiri fisk í 2009 enn nakað annað ár frammanundan. Talan er um ein vøkstur upp á sløk 5.000 tons í mun til árið fyri. Samlaða nøgdin í fjør var tilsamans
Stórar vónir vóru til Andrea Dossena, tá hann kom úr Udinese til Liverpool á sumri í 2008. Spátt varð, at Dossena skuldi gerast tann komandi vinstri bakkurin á italska landsliðnum, og at hann fór at f