Sagnir savnaðar á Snar

Føroyskar sagnir eru nú savnaðar á Snar sum talgildur tekstur. Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at talgildað sagnirnar, og í samráði við Føroya Skúlabókagrunn er gjørt av at leggja sagnirnar á Snar.
Higartil hava føroyskar sagnir at kalla bert verið til taks á prenti. Heilt fáar sagnir hava verið talgildar, og tær hava ligið spjaddar á ymsum heimasíðum. Nú verða so tær flestu kendu sagnirnar savnaðar á einum stað.
Serstøk síða er gjørd á Snar til sagnirnar. Vevbústaðurin er www.snar.fo/sagnir.
Í fyrsta umfari eru sagnirnar í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakobi Jakobsen lagdar á Snar. So við og við verða fleiri sagnir talgildaðar. Í næstum verða fleiri sagnir, sum V.U. Hammershaimb hevur savnað, lagdar út.
Sagnirnar eru bólkaðar í bygdir og býir. Á sagnaforsíðuni er eitt føroyakort, har til ber at trýsta seg inn á oynna ella øki, har bygdin ella býurin er. Oyggin ella økið gerst størri og kemur fram í skíggjan, og bygdirnar gerast sjónligar.
Hvør søgn hevur sína síðu. Á síðuni er søgnin sum alnetstekstur (html-tekstur), og eisini ber til at taka søgnina niður á pdf-fílu. Viðkomandi slóðir og tilfar verða knýtt at hvørjari søgn.