Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, vil ikki staðfesta lógina um, at íslendska ríkið skal veðhalda fyri skuldbindingar hjá Icesave-bankanum. Forsetin boðaði frá avgerð síni í morgun.
Avgerðin hjá forsetanum merkir, at spurningurin um Icesave-málið skal til fólkaatkvøðu.
- Við hesum fær tjóðin valdið og ábyrgdina í sínar hendur, stendur í fráboðanini frá forsetanum.










