Samlaða upphæddin er hálv millión

Tá vit fyrr í dag skrivaðu, at talan var um eina samlaða eykarokning upp á 410.000 krónur, sum KÍ skuldi gjalda fyri at hava koyrt Tony Paris úr starvinum sum venjari, var hetta ikki allur sannleikin.

Umframt endurgjald til Tony Paris upp á $73.000 (svarandi til kr. 376.000) og sakarmálskostnaðir upp á kr. 60.000, skal KÍ nevnliga eisini rinda rentur fyri kravið frá stevningardegnum.

Hesar rentur eru nú uppgjørdar til góðar 64.000 krónur, og er samlaða rokningin tí beint omanfyri hálva millión.