Fleiri skip landa í Saltangará

Tey fyrstu skipini, sum fóru til fiskiskap beint eftir jólahalguna, eru nú komin aftur av túri. Í gjár landaðu fýra partrolarar í Saltangará.

Rókur og Lerkur høvdu tilsamans 300.000 pund og Heykur og Falkur, sum høvdu ein rættiliga góðan túr, høvdu 480.000 pund tilsamans.

Í morgin koma eisini fýra partrolarar inn at landa. Teir eru Bakur og Stelkur og Polarhav og Stjørnan, sum helst hava eini eini 340.000 pund hvørt parið.

Øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.