Syngið við kvøld í Kollafirði

Tíðindaskriv

Skipað verður fyri syngið við kvøldi nú leygarkvøldið kl. 19.30. Ætlanin er, at hetta skal blíva ein fastur táttur í vetrarskránni hjá Missiónshúsinum.

Fyri alt Guds fólk
Tað verða ymiskir sangbólkar og einstaklingar, sum koma at luttaka á hesum sangkvøldum.
Somuleiðis verða tað bólkar og einstaklingar frá øðrum kirkjum og samkomin, sum koma at luttaka.
Vit trúgva, at tað er møguligt, at tað Jesus tosar um í Johs. 13, 34-35. Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elska tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.
Í tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan!
Vit bjóða fólki úr bygd og bý at verða vælkomin til hesi syngið við kvøld.
Kvøldið verður skipað so, at tað verður høvi hjá teimum vitjandi at luttaka í felagssanginum, eisini verður høvi at hugna sær við einum the/kaffimunni og einum køkubita.
Nú leygarkvøldið koma Oasubrøðurnir at luttaka við teirra góða, fríska, lætta sangi. Hesin bólkurin er kendur fyri sínar góðu ríku teksir í sanginum.
Pláss verður eisini givið fyri spontanum innsløgum, um tit/tú hava hug at syngja ein sang, tá tit koma til syngið við kvøld eru tit vælkomin til tað.
Stýrið bjóðar øllum vælkomin til syngið við kvøldini, og annars til øll tiltøkini, sum eru í Missiónshúsinum.