Landingarmiðstøðin Kongshavn hevur landað væl meiri fisk í 2009 enn nakað annað ár frammanundan. Talan er um ein vøkstur upp á sløk 5.000 tons í mun til árið fyri. Samlaða nøgdin í fjør var tilsamans 37.391 tons ímóti 32.740 tonsum í 2008. Hetta er ein munur upp á sløk 5.000 tons.
Vøksturin stavar serliga frá gulllaksi, men eisini er meiri upsi landaður í fjør enn árið fyri.
Í 2008 landaði Kongshavn tilsamans 6.800 tons av gulllaksi, og í fjør vóru tonsini 9.420 í tali.
Á landingarmiðstøðini siga tey, at fyrra hálva í ár royndist rættiliga væl, men í heyst hevur fiskiskapurin hjá skipunum, sum fiska upsa, ikki verið nakað serligur.
Hinvegin royndist gulllaksaveiðan rættiliga væl í summarhálvuni í 2009.