Og tað gjørdu tey við at vitja í Koltri. Við á ferðini til Føroya er eisini yngsta dóttirin hjá kongshjúnunum, Josephine prinsessa.
Á vitjanini í Koltri var teimum greitt frá um mentanarsøgulig og náttúrulig viðurskifti í oynni. Kongshúsið vitjaði millum annað søguliga býlingin Heima í Húsi og Norði í Gerði, sum bera vitni um búseting síðan víkingaøld. Harumframt varð greitt frá áhaldandi náttúruendurnýggjanini, eitt nú arbeiðið at endurnýggja vátlendi og at planta upprunaplantur.
Koltur er partur av eini heildarætlan, sum Søvn Landsins hevur gjørt, og sum hevur til endamáls at varðveita og miðla náttúru- og mentanararvin í oynni. Kongurin hevur verið verji fyri Koltursætlanini síðani mai 2024.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
Myndir: Kongshúsið