liðini, liðkappingar í reiðskapsfimleiki, og so sjálvandi eisini FM í reiðskapsfimleiki. Sjónvarp Føroya kundi eftir øllum at døma ikki lagt minni í, um fimleikur yvirhøvur verður íðkaður í Føroyum; hetta er [...] 2002, sum var í Havn. Tá fekk Føroya Fimleikasamband við neyð og deyð yvirtalað SvF at koma at taka upp. - Og hetta, sjálvt um nógv fleiri tiltøk eru um árið: fimleikaframsýningar úti í hvørjum einstøkum [...] Hesar kappingarnar verða í Eysturoynni, og tí eru vónirnar lítlar fyri, at SVF verður á staðnum. Eg havi enn ikki hoyt grundgevingina fyri, hví Sjónvarp Føroya ikki kann koma inn í Eysturoynna at taka upp;
fegnir. Og móttøkan, vit hava fingið í Føroyum, er hjartanemandi. Tað sigur Eyþór Eðvarðsson, ein av fýra íslendingum, sum um níggju tíðina í kvøld løgdu at landi í Porkeri eftir at hava róð heilt úr O [...] tað, og hann er eisini glaður fyri móttøkuna í Porkeri, sum hann heldur var hjartanemandi. Tað var heilt fitt av fólki á bryggjuni og tók ímóti teimum, og í annaðkvøld verður móttøka fyri teimum. Nú ætla [...] verða motiveraður, leggur hann afturat. Myndina av fýra fegnum rógvarum, tá ið teir tóku land í Porkeri í kvøld, tók Mortan Holm.
javnaðarflokkinum er ógreitt. Á fundinum fríggjadagin, sum er liður í kunnandi virkseminum hjá landsstýrinum, kom landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum við eini heldur margháttligari orðing fyri ikki at [...] Fríggjadagin skipaði landsstýrið fyri kunnandi fundi í Tinganesi um alt sjálvstýrismálið. Fyrr hevur hetta verið kallað fullveldismálið, men av eini ella aðrari orsøk, verður nú tosað um sjálvstýrismálið [...] at siga diktatoriskari. Hann segði, at andstøðan nú eigur at velja, um hon er í parti við føroyingum ella stjórnini. Hetta er eitt ótrúligt úttalilsi, og tað varð eisini væntað, at andstøðuformenn fóru
hennara. Í einari samrøðu við norska Dagbladet greiðir Tom Nilsen frá, hvussu tað gongur hjá Tom Hagen í løtuni. Hann sigur, at maðurin er broyttur orsakað av málinum. - Eg haldi, at Tom Hagen í løtuni er [...] seinastu árini. Tað var hin 31. oktober í 2018 – ella fyri meira enn fýra árum síðan – at Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv úr heimi sínum. Hjúnini búðu við Sloraveien í Lørenskog, har Tom Hagen eisini hevur [...] Nilsen við Dagbladet. Vinmaðurin ger greitt, at hann hevur ongantíð ivast í Tom Hagen, og hann stuðlar vinmanninum fult og heilt. Í húsunum við Sloraveien stendur alt, sum tað stóð. - Tað er, sum halda tey
sum fólkið í Miðvági man leingjast eftir, er tað júst hetta. Støðan við grindadrápi í Miðvági minnir kanska ikki sørt um døglingin í Mykinesi, sum hvarv á sinni, tá fólk tosaðu ilt um hann: Her í Miðvági [...] rørir seg manna millum, siga teir tríggir Eggin Poulsen, Hallur Samuelsen og Dion Hansen. Ein góðan dag í farnu viku høvdu teir aftur leitað sær á henda vældámda beinkin á Ryggi til eitt prát. Hetta er nærum [...] rættiliga ólík evni til »viðgerðar«: Fótbóltur og grindadráp. Kvøldið fyri hevði HB tapt rættiliga óvæntað í Fuglafirði, og henda dagin lá mjørkin tjúkkur yvir høvuðsstaðin. Tvær slíkar hendingar fara heldur ikki
hevur tað týdning at fylgja við í, hvørjum bloggara tey ungu fylgja. Tí á Youtube í dag eru tey mong ung, sum virka sum fyrimyndir fyri onnur. - Superhetjan er deyð og í dag er ótrúliga lætt hjá teimum [...] nýta internetið – og kanska betri enn tey flestu vaksnu. Elin Michelsen, sum hevur masterútbúgving í tvørmiðlasamskifti sigur, at tað hevur týdning, at tey vaksnu fylgja við. - Ein góður máti at minka [...] hava. Tí tað eru nógvir bloggarar á Youtube úr Danmark, USA, Bretlandi og aðrastaðni við, sum tey ungu í Føroyum eisini fylgja, greiðir Elin Michelsen frá. Víðari sigur hon, at tá er tað umráðandi, at tey
perlur á vøllunum í Týskalandi, men orsøkin kann eisini vera tann, at krútið verður ikki tikið fram av álvara fyrr enn í komandi umførunum, tá tann eini dysturin snýr seg um lív og deyð . Sosialurin [...] nevniliga at tryggja, at Norðurlond eisini verða umboðað í øðrum umfari. Hóast eina óvantaða byrjan tóku sviar dyk á seg hóskvøldið, tá Svøríki í seinasta minuttinum fekk sigursgevandi málið móti Paraguay [...] góða spæl at koyra og málkanónirnar innstillaðar rætt, so man lív koma í okkara norrønu røtur. Hvør norðbúgvi man ikki innast inni í hjartanum ynskja, at ein av okkara spældi seg til finaluna og kanska entá
rígnum í 1967. Hann fer seinni upp í politikk og verður leiðandi limur í Likud í 1972. Verður aftur innkallaður til Yom Kippur-kríggið í 1973. Verður valdur í tjóðartingið Knesset í 1973 til [...] rra í 1974-76. Afturvaldur í Knesset í 1977. Verjumálaráðharri hjá Menachem Begin í 1981-84. Og tað var sum verjumálaráðharri, at hann stóð fyri ísraelska álopinum á Libanon í juni í 1982 [...] til, at Menachim Begin í 1984 tók øll á bóli og legði frá sær – og livdi restina av lívinum í tunglyndi. Men Sharon vann seg framaftur í politikki og gjørdist í 1999 formaður í Likud. Hann vann stórsigur
internetbrúkarum í Føroyum verður fylgd neyvt. – Eitt slíkt eftirlit, vænti eg, mest av øllum hevði mint um Big Brother í skaldsøguni 1984, eftir George Orwell. Tøkniliga ber tað møguliga til, men í einum frælsum [...] bannað í føroyskari lóg, og í so máta er ikki tørvur á serligum reglum fyri at avmarka atgongdina hjá børnum. Trupulleikin er, at tað er sera trupult at handhevja hetta forboð, uttan at seta í verk víðfevnt [...] altíð verið til staðar í onkrum formi. Tað hevur tó ongantíð verið so lætt at koma til porno sum nú. Og ongantíð fyrr hevur pornografiska tilfarið verið so grovt og rúgvismikið sum í dag, segði hann. Hann
so nógv í prísin, tey gjalda bara. Eg sigi ikki, at tað er so, men tað sigur seg nærum sjálvt, at tað er freistandi at skrúva prísin upp, tá kjarnin í ferðafólkahópinum ikki leggur so nógv í, hvat tað [...] væl ella illa rikið í so máta, men givið er, at ein fyritøka, sum reelt hevur monopol, altíð er í vanda fyri at forsøma effektivisering. Har verða nógvir lønarseðlar prentaðir út í Atlantic Airways, og [...] gjørligt kunna sleppa til ein evropeiskan samferðslumiðdepil, altso eina altjóða lufthavn, haðani til ber at flúgva til allan heimin. Tann mest upplagdi ferðslumiðdepili hjá okkum at flúgva til er sjálvsagt