Fríggjadagin skipaði landsstýrið fyri kunnandi fundi í Tinganesi um alt sjálvstýrismálið. Fyrr hevur hetta verið kallað fullveldismálið, men av eini ella aðrari orsøk, verður nú tosað um sjálvstýrismálið. Um hetta er fyri at ?behaga? eitt nú javnaðarflokkinum er ógreitt. Á fundinum fríggjadagin, sum er liður í kunnandi virkseminum hjá landsstýrinum, kom landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum við eini heldur margháttligari orðing fyri ikki at siga diktatoriskari. Hann segði, at andstøðan nú eigur at velja, um hon er í parti við føroyingum ella stjórnini. Hetta er eitt ótrúligt úttalilsi, og tað varð eisini væntað, at andstøðuformenn fóru at átala tað og skýra tað diktatoriska framferð.
VIT eru helst øll sinnað til at gera neyðugar broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Tað er rætt, at ein meiriluti, sum eru landsstýrisflokkarnir, hevur sagt gott fyri ?fullveldisætlanini?. Men tað er eisini rætt, at stórur ivi er um, antin ein sátt-máli, ið líkist ynskinum hjá landsstýrinum fer at fáa undirtøku við eina fólkaatkvøðu. Og tað mest avgerandi undan eini fólkaatkvøðu er nettupp hetta at kunna og spæla við opnum kortum. Vit siga ikki, at landsstýrið skal út at fortelja Føroya fólki, hvønn samráðingartaktikk tað vil brúka móti dønum, men tá landsstýrismaðurin við ábyrgd av hesum øki (løgmaður hevur tó høvuðsábyrgdina) fer út og leggur andstøðuna undir nærum landsskaðiligt virksemi, tá er ovboðið. Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin hava annars dugað væl at bera seg siðiliga fram í tjakinum, men tá slíkt úttalilsi sum hetta kemur fram, tá er tað sum, at her talar ein annar maður. Tá er tað sum, at nú galda ikki demokratiskar reglur meira. Nú er talan um stríð um lív og deyð. Hetta er eitt álvarsligt mál og tað er stendur ein álvarslig tíð fyri framman. Fyri Føroya fólk er tað altavgerandi, at hetta mál verður sakliga og ærliga handfarið, bæði av landsstýri og andstøðu. Tað krevur eisini, at vit hava nakrar politikarar, sum ikki misbrúka málið til egið politiskt gagn, men síggja heildina fram um smálutirnar. Og í hesi heild inngongur bæði tað at taka ábyrgd av sær sjálvum og at tryggja, at tað samfelagið, vit saman dønum hava skapt her, ikki verður syndrað frá degi til dags. Kunning og upplýsing eru lyklaorðini. Sosialurin vil framhaldandi verða við til at seta hesi orð í hásæti. Vit kunnu ikki góðtaka, at landsstýrismaður leggur upp til at skýra politikarar hann ikki er samdur við tað, ið líkist landasvíkjarar.