U21 HM: Føroyar spæla mánadagin og týsdagin í millumumfarinum

Talan verður um seinnapartsdystir í hesum førinum

Mynd: IHF

Aftaná at hava spælt tríggjar dystir tíðliga á degnum í innleiðandi bólkaspælinum skal føroyska U21-landsliðið nú spæla dystir seinnapart í ovara millumumfarinum.

 

Vit vita longu nú, at Føroyar vera í millumbólki 3 saman við Rumenia, Danmark og Fraklandi. Vit vita bara ikki enn hvør av Danmark og Fraklandi vinnur innleiðandi bólk E. Danmark og Frakland spæla dyst seinni í dag, og staðfesta tá hvør verður bólkavinnarin í innleiðandi bólki E. 

 

Føroyar spæla mánadagin klokkan 17.30 móti tveyaranum í bólki E (Danmark ella Fraklandi), og dagin eftir klokkan 15.15 móti eittaranum í innleiðandi bólki E. 

 

Dystirnir vera leiktir í somu høll sum dystirnir í innleiðandi bólkaspælinum. Nevnliga Katowice Arena í Katowice. 

 

Komandi hósdag skulu okkara spæla antin fjórðingsfinalu ella eina hálvfinalu um rættin at spæla um níggjunda plássið. Føroyar hava tvey stig við sær til millumumfarið, og tí er lítið sannlíkt, at okkara enda aftast í millumbólki 3, og skulu spæla um endastøðurnar millum nummar 13 og 16. 

 

 

 

Mynd: IHF