Kendi ísraelski politikarin fyllir 85 ár 27. februar. Hann er av pólsk-týskari ætt í faðirætt og russiskari í móðurætt. Hann var við í stríðnum um at skipa ísraelska statin frá 1945 til 1948, og vinnur seg støðugt fram sum herleiðari.
Hann var eitt nú brigadugeneralur í Seksdagakrígnum í 1967.
Hann fer seinni upp í politikk og verður leiðandi limur í Likud í 1972. Verður aftur innkallaður til Yom Kippur-kríggið í 1973. Verður valdur í tjóðartingið Knesset í 1973 til 74. Trygdarráðgevi fyri Yitzak Rabin, forsætisráðharra í 1974-76. Afturvaldur í Knesset í 1977. Verjumálaráðharri hjá Menachem Begin í 1981-84. Og tað var sum verjumálaráðharri, at hann stóð fyri ísraelska álopinum á Libanon í juni í 1982, eitt stríð, sum skapti ósemju millum ísraelsfólk.
Sharon kom rættiliga í meldurin av hesum álopi, sum kostaði nógvum hundrað ísraelskum hermonnum lívið. Serliga fekk hann trupulleikar av, at kristnar militsur fóru inní palestinsku flóttalegur Sabra og Shatila í Beirut. Her neyðtóku og drupu teir í 40 tímar palestinskar kvinnur, børn og eldur – talið av deyðum varð mett til at liggja oman fyri 800. Ísraelsku herliðini vóru 200 metrar frá legunum, men gjørdu einki.
Knesset koyrdi árið eftir Sharon frá sum verjumálaráðharra. Sambært Benny Begin, sum er sonur Menachim Begin, var hetta beinleiðis orsøkin til, at Menachim Begin í 1984 tók øll á bóli og legði frá sær – og livdi restina av lívinum í tunglyndi.
Men Sharon vann seg framaftur í politikki og gjørdist í 1999 formaður í Likud. Hann vann stórsigur áv alinum í 2001. Hann hevði ætlanir um at ísraelska afturtøku úr Gazageiranum, men egni flokkur hansara var ímóti. Men hann fekk meiriluta fyri ætlanini eftir at hava koyrt nakrar ráðharrar – og í 2004 kom Arbeiðaraflokkurin við Shimon Peres í stjórnina.
Sharon fór úr Likudflokkinum í 2005 og stovnaði nýggja flokkin Kadima. Men 18. desember í 2005 var hann innlagdur á sjúkrahús við einum minni blóðtøppi. Var tó útskrivaður tveir dagar seinni. Men 4. januar varð hann aftur raktur av einum umfatandi blóðtøppi í heilanum, og síðani tá hevur hann ligið í koma.










