Ein vinmaður: - Tom Hagen er viknaður

Í næstan túsund dagar hevur norski ríkmaðurin verið skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen.

Ein av vinmonnunum hjá norska ríkmanninum, Tom Hagen, heldur, at hin 73 ára gamli nú er so veikur, sum ongantíð áður. Vinmaðurin og navnin, Tom Nilsen, er ein av góðu vinunum hjá manninum, sum miðlarnir hava gjørt nógv burtur úr seinastu árini.

Tað var hin 31. oktober í 2018 – ella fyri meira enn fýra árum síðan – at Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv úr heimi sínum. Hjúnini búðu við Sloraveien í Lørenskog, har Tom Hagen eisini hevur búð síðan. Alt stendur, sum tað stóð, tá kona hansara var á lívi.

Familja, vinir og kenningar vita ikki, hvat hendi Anne-Elisabeth Hagen, men greitt er, at hon hvarv, meðan Tom Hagen var til arbeiðis. Um somu tíð, sum Tom Hagen møtti á arbeiðsplássinum feigdarmorgunin, hevði kona hansara klokkan 09.14 eina stutta telefonsamrøðu við eitt av børnunum.

Síðan hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hennara.

Í einari samrøðu við norska Dagbladet greiðir Tom Nilsen frá, hvussu tað gongur hjá Tom Hagen í løtuni. Hann sigur, at maðurin er broyttur orsakað av málinum. - Eg haldi, at Tom Hagen í løtuni er so veikur, sum ongantíð áður. Sálarliga byrðan at hava skuldsetingina hangandi yvir sær merkist.

Vinmaðurin sigur soleiðis:

- Hann vil jú ikki vera úti millum fólk, og vit eru órógvað um støðu hansara, sigur Tom Nilsen við Dagbladet. Vinmaðurin ger greitt, at hann hevur ongantíð ivast í Tom Hagen, og hann stuðlar vinmanninum fult og heilt. 

 

Í húsunum við Sloraveien stendur alt, sum tað stóð.

 

- Tað er, sum halda tey, at Anne-Elisabeth Hagen kemur heimaftur. Men, tað er jú greitt… hon er deyð. Vit vilja bara vita, hvussu tað hendi og undir hvørjum umstøðum.

Norska løgreglan, sum hevur brúkt eina øgiliga orku og pening upp á málið, hevur hildið upp á, at tey at enda fara at megna at greiða málið. Fyri sløkum hálvum ári síðan segði politimeistarin, Ida Melbo Øystese í økinum, tey rópa Øst Politidistrikt, at tey sleppa ikki málinum, fyrr enn tað er loyst.

- Eg trúgvi, vit fara at finna út av, hvat tað var, sum hendi. Avbjóðingin er, at vit vita ikki, hvussu langa tíð tað fer at taka.

Hon segði, at stórt kanningararbeiði er gjørt, og ein hópur av tilfari fyriliggur. - Men, so vantar okkum tann lítla brikkin, sum kann geva okkum endaliga svarið, segði Ida Melbo Øystese fyri sløkum hálvum ári síðan.

 

##med2##

 

 

Í húsunum stendur alt, sum tað stóð, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv.