Hvussu hevur so gingið hesa fyrstu vikuna! Enn er ov tíðliga at gera tær heilt neyvu metingarnar, tí fyrsta umfarið er ikki liðugt. Men sum væntað eru tað tær frægu fótbóltstjóðirnar, ið hava vunnið, tó við undantøkum. Hóast sigrarnir ikki hava verið so sannførandi, so hava lond sum Ongland, Týskaland, Argentina, Brasilia, Háland og Italia vunnið sínar dystir. Ójavnt hevur tó verið, hvussu hvør hevur leverað vøruna. T.d. hava Ongland og Brasilia, verið vónbrot fyri teir fjepparar, sum hálova og tilbiðja hesi lond.
Bert eitt norðurland er við. Svøríki hevur framum mong onnur lond fingið ein stóra uppgávu, nevniliga at tryggja, at Norðurlond eisini verða umboðað í øðrum umfari. Hóast eina óvantaða byrjan tóku sviar dyk á seg hóskvøldið, tá Svøríki í seinasta minuttinum fekk sigursgevandi málið móti Paraguay og fekk harvið annað beinið væl inn um gáttina til annað umfar. Flestu av okkum norðbúgvum seta nú okkara álit á, at svenska liðið kemur víðari.
Men Italia, Ongland, Brasilia og Frakland eiga eisini mong viðhaldsfólk millum føroyingar, so tað er kanska so sum so við tí norðurlendska, tá avtornar. Tó so at fáa sviar sítt góða spæl at koyra og málkanónirnar innstillaðar rætt, so man lív koma í okkara norrønu røtur. Hvør norðbúgvi man ikki innast inni í hjartanum ynskja, at ein av okkara spældi seg til finaluna og kanska entá til HM-heitið!
At afrikonsku tjóðirnar hava sett seg á fótbóltslandakortið er at fegnast um. HM fótbóltur hevur nógv meira at týða enn tað at vinna. Tað at vera við, vísa rætta stríðsandan og sonn fótbóltskynstur og so vónandi eisini fáa góð úrslit er góð marknaðarføring av eini tjóð og tess fólki. Hetta kenna vit føroyingar til. Fótbólturin savnar eisini og kann hava týdning fyri menningina av fólkaræðinum. Spurningurin er so eisini, um ikki hetta nærum forgudaða spæl ikki eisini hevur eina jaliga ávirkan á okkum øll, tá hugsað verður um tað stress, sum er vorðið stórur partur av okkara gerandisdegi. Har tað eisini hevur týdning at kunna kobla frá.
Hugaligt verður at fylgja HM kappingini, tó at vón okkara skal vera, at frægu fótbóltstjóðirnar finna rætta stevið aftur. Higartil hava ikki verið so nógvar perlur á vøllunum í Týskalandi, men orsøkin kann eisini vera tann, at krútið verður ikki tikið fram av álvara fyrr enn í komandi umførunum, tá tann eini dysturin snýr seg um lív og deyð.
Sosialurin










