Teir tríggir á beinkinum

- Hetta er eitt gott stað at frætta tíðindi úr hinum endanum á bygdini, siga teir tríggir menninir á »Palleba Bænk« í Miðvági

Miðvágur: - Ja, her verða nógv ymisk evni tikin fram, bæði um eplir, hoyggj, fiskivinnu og annars hvat rørir seg manna millum, siga teir tríggir Eggin Poulsen, Hallur Samuelsen og Dion Hansen.

Ein góðan dag í farnu viku høvdu teir aftur leitað sær á henda vældámda beinkin á Ryggi til eitt prát.

Hetta er nærum vorðin gerandiskostur hjá teimum at hittast her – nakað sum teir næstan mugu gera hvønn einasta dag og mangir aðrir við teimum.

Hjá mongum teirra hava teir eina fasta skipan til dagin: Fyrst fara teir ein gongutúr, og hittast so á beinkinum at hvíla sær beinini og práta saman um mangt og mikið.

- Vit sita her til einaferð út á fyrrapartin. Ja, so fáa vit eisini fylgt við, hvussu langa kaffipausu summi fólk hava!, siga teir skemtandi.

Tað er kortini ikki bert fyrrapartar at bonkurin er upptikin. Kvøldið fyri gekk prátið so gott, at teir vistu ikki av tíð, fyrrenn klokkan var farin at nærkast 10.


Tvey álvarsmál

Henda morgunin, ið Snoddi koyrdi framvið vóru tvey rættiliga ólík evni til »viðgerðar«: Fótbóltur og grindadráp.

Kvøldið fyri hevði HB tapt rættiliga óvæntað í Fuglafirði, og henda dagin lá mjørkin tjúkkur yvir høvuðsstaðin. Tvær slíkar hendingar fara heldur ikki aftur við borðinum uttan viðmerkingar.

- Hetta er ein góður dagur, sigur ein teirra brosandi. Hinir flenna við.

Eitt annað av stóru evnunum var grind og grindadráp. Er tað nakað sum fólkið í Miðvági man leingjast eftir, er tað júst hetta.

Støðan við grindadrápi í Miðvági minnir kanska ikki sørt um døglingin í Mykinesi, sum hvarv á sinni, tá fólk tosaðu ilt um hann: Her í Miðvági er eingin grind deyð tey seinastu fýra árini. Og tað er alt ov long tíð.

- Alt gjørdu hesir serfrøðingar: Henda seinasta grindin, sum er Guds gáva var komin næstan inn á sandin, har drápið skuldi vera.

- Men hann snari tann til: Tá komu tey klóku brádliga og forlangaðu, at ein sendari skuldi festast á hvalirnar. Tað var so eitt, men tað ringasta var kortini tað, at teir síðani vórðu riknir til havs aftur. Tað var betri ógjørt, eru teir tríggir samdir um.

Prátið gongur eina løtu aftrat. Tá kemur brádliga ein bilur koyrandi framvið beinkinum. Í bilinum situr ein maður, sum eisini fegin vil frætta og koma við tíðindum.

Hesin fyrraparturin man eisini fara at ganga skjótt!