Ingolf S. Olsen
-------
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, er ein teirra, ið ferðast heilt nógv við Atlantic Airways, og tó at hann ikki sjálvur skal í lumman eftir pengum, tá ferðaseðilin skal gjaldast, tí tað ger Fólkatingið fyri hann, so heldur hann kortini, at tað er prísurin, sum eigur at viga allar mest, nú føroyska flogfelagið er fari uttanlands eftir strategum at seta út nýggja kós fyri felagið.
Og hann heldur, at leiðin til Keypmannahavnar hevur so avgerandi týdning í hesum sambandi, at aðrar leiðir eiga at strikast, um tær tyngja raksturin og tískil noyða prísin á danmarkarleiðini upp.
– Málið hjá Atlantic Airways skal vera púra greitt: Føroyingar skulu so bíliga sum gjørligt kunna sleppa til ein evropeiskan samferðslumiðdepil, altso eina altjóða lufthavn, haðani til ber at flúgva til allan heimin. Tann mest upplagdi ferðslumiðdepili hjá okkum at flúgva til er sjálvsagt Keypmannahavn, sigur Sjúrður Skaale.
At fáa tað at bera til fíggjarliga at flúgva til onnur ferðamál, er sjálvsagt eisini eitt mál, heldur hann, men um hetta skal fíggjast við stórum yvirprísum á rutuni til Keypmannahavnar, er betri at lata vera.
– Vit kunnu aldrin flúgva til hvønn krók á klótuni úr Føroyum. Júst tí má fremsta málið vera, at fólk ofta og bíliga sleppa til eitt stað, haðani samband so er til hvønn krók á klótuni. Um aðrar rutur fáast at bera seg, skulu tær sjálvsagt eisini flúgvast, men um tær geva undirskot, skulu tær ikki flúgvast, tí so mugu onnur rinda yvirprís, sigur fólkatingslimurin.
Vanvittigur prísur
Um tað er so, at danmarkarleiðin fíggjar aðrar leiðir hjá Atlantic Airways, dugir Sjúrður Skaale ikki at siga, men hann undrast á prísin á danmarkarleiðini, sum hann heldur vera “vanvittigan” samanborið við aðrar leiðir.
– Allir føroyingar sum ferðast, samanbera prísin úti í heimi við prísin á føroyaleiðini. Eitt ofta nevnt dømi er, at tú kanst flúgva úr Kastrup til New York fyri sama prís sum til Føroya. Eitt annað dømi er, at Atlantsflog flýgur til Egyptalands fyri Atlantis Rejser - og ein chartertúrur hagar, við hotelli og mati íroknaðum, kann fáast fyri á leið tað sama sum dýrasti flogferðaseðilin millum Vágar og Kastrup.
Líka mikið, hvussu hatta verður snarað og vent, so fært tú ikki fólk at góðtaka argumentir fyri hesum, sigur hann og nevnir eitt annað dømi:
– Eg tosaði her fyri við ein føroying, sum lesur í Odense. Hann segði, at hansara lestrarbólkur hevði ætlað sær til Føroya á lestrarferð. Øll vóru við upp á tað og gleddu seg. Men tá tey fóru at kanna prísin, øtaðust tey og gjørdu av at fara til Íslands í staðin. Tað var bíligari at leypa Føroyar um og flúgva tann longra teinin til Íslands.
Tað er ein sannroynd, at stórur partur av teimum ferðandi á føstu rutunum hjá Atlantic Airways eru fólk í vinnuørindum ella almennum arbeiðsørindum – hesi seinastu telist Sjúrður Skaale sjálvur ímillum.
Felags fyri hesar bólkar er, at tey ikki sjálvi rinda ferðaseðilin; tað gera annaðhvørt ein fyritøka ella ein almennur kassi.
– Her verður ikki lagt so nógv í prísin, tey gjalda bara. Eg sigi ikki, at tað er so, men tað sigur seg nærum sjálvt, at tað er freistandi at skrúva prísin upp, tá kjarnin í ferðafólkahópinum ikki leggur so nógv í, hvat tað kostar. Men høgu prísirnir raka so tey, sum flúgva í privatum ørindum, sera hart, staðfestir fólkatingslimurin.
Keyp tað selda aftur
Onnur viðurskifti, eitt nú betri trimmaður rakstur á jørðini og burturlúking av óneyðugum tænastum eigur eisini at ávirka prísirnar rætta vegin, heldur hann.
– Eg dugi ikki at siga, um Atlantic Airways er væl ella illa rikið í so máta, men givið er, at ein fyritøka, sum reelt hevur monopol, altíð er í vanda fyri at forsøma effektivisering. Har verða nógvir lønarseðlar prentaðir út í Atlantic Airways, og tað sigst, at har eru nógvir bilar. Eg veit ikki, men fyri at røkka yvirskipaða málinum um bíligari ferðaseðlar, má felagið trimmast so væl sum gjørligt – og tey kundu kanska eisini selt mat og drekka umborð heldur enn at leggja prísin á hesa tænastuna kollektivt á øll tey ferðandi, sigur Sjúrður Skaale.
Tað eru ikki bert ambisjónirnar um stórt útboð av ferðamálum og vantandi trimming av rakstrinum, ið kunnu ávirka prísirnar skeiva vegin. Uppaftur størri týdning hevur vantandi kappingin helst, heldur hann.
– Tað besta hevði eftir mínum tykki verið, um beinhørð kapping trýsti prísin niður, men onki røkist fyri, at hon kemur. Og kemur hon ikki heilt skjótt, haldi eg, at einskiljingarætlanin heilt skal sleppast, og at tað almenna skal keypa tann partin aftur, sum longu er privatiseraður. Alment monopol er ringt, men privat monopol er hvaðna verri.
– Eitt privat monopol kann skjótt fáa áhugamál, sum ganga diametralt ímóti áhugamálunum hjá føroyska samfelagnum sum heild: Privata monopolið vil tjena pengar og mjólka so nógv úr rutuni sum gjørligt. Tað, føroyska samfelagnum tørvar, er nakað heilt annað: Nevniliga bíligar ferðaseðlar.
– Tí má tað ikki henda, at restin av Atlantsflogi verður seld. Kemur eingin kapping, er betri at lata felagið vera alment burturav.
Nóg leingi bíðað
Hann leggur dent á, at um talan skal verða um veruliga kapping, so má tað verða við eitt ella fleiri feløg, ið ganga undir somu treytir sum Atlantic Airways og sum binda seg at flúgva alt árið.
Spurningurin er so, nær tíðin er komin at siga, at nú er nóg leingi bíðað eftir kappingini, og tað almenna keypir privatiseraða partin aftur.
– Tað sær ikki út til, at nøkur kapping kemur. Nú gongur á triðja ári, síðani vøllurin varð longdur. Fleiri feløg hava sambært Vága Floghavn spurt seg fyri og kannað, um vøllurin kundi verða áhugaverdur fyri tey. Onki hevur spurst burtur úr nøkrum av hesum følarunum, sum hava verið. Vit kunnu ikki blíva við at bíða. Eg haldi avgjørt, at tá Atlantic Airways er liðugt at leggja nýggja strategi, má støða eisini vera tikin um hetta – um felagið skal vera alment ella privat, sigur Sjúrður Skaale.
Lyftisbrot
Vinnufólk og fólk í fíggjarvinnuni hava javnan funnist at einskiljingargongdini hjá Atlantic Airways, tí hon steðgaði upp, eftir at ein triðingur varð einskildur fyri meira enn seks árum síðani – í november 2007 – tá felagið eisini varð skrásett á børsinum. Lyfti vóru tá um, at restin skuldi seljast skjótt eftir.
Fleiri hava hildið, at almenna handfaringin av privatiseringsætlanini hevur minkað um trúvirðið hjá Føroyum sum íleggjaraland.
Sjúrður Skaale er samdur, men hann heldur tó ikki, at eitt alment afturkeyp av longu privatiseraða partinum fer at gera seg uppaftur meira inn á trúvirðið.
– Tað dugi eg ikki at ímynda mær, tí lyftið er longu brotið. Vit standa mitt í einum lyftisbroti mótvegis íleggjarunum og hava staðið har leingi. Tað er frægari fyri trúvirðið at koma burtur haðani við at tað almenna keypir alt aftur, heldur enn at verða verandi í óvissuni, sigur hann.
Men tó at Atlantic Airways aftur verður 100 prosent alment, skal felagið framhaldandi rekast á vinnuligum grundarlagi og ikki hava almennan rakstrarstuðul, leggur Sjúrður Skaale dent á.
– Nei eg haldi ikki, at tað almenna skal inn og geva stuðul til eitt nú ferðaseðlarnar. Tað almenna skal ikki loyva felagnum at hava undirskot, tí verður tann hurðin latin á glopp, kann hon skjótt standa víðopin. Strandferðslumodellið skal ikki nýtast her, sigur hann.