átakinum er at samtykkja lógir, ið tryggja kvinnum javnstøðu, at avtaka lógir, ið stuðla uppundir harðskap móti kvinnum, at skipa hjálpartiltøk og fáa tey at virka, og fram um alt at broyta hugburð [...] partur av átakinum, valt at varpa ljós á trupulleikan á ein heldur øðrvísi hátt og hevur í hesum sambandi heitt á nøkur ung fólk um at standa fyri einum tiltaki á Asfalt. Uttan at avdúka ov nógv, verður [...] Tískil er onki, ið bendir á, at Føroyar er nakað undantak Ábyrgd Harðskapur móti kvinnum er ikki ”natúrligur” ella nakað »sum ikki slepst undan«. Harðskapur eigur ongantíð at góðtakast, tolast ella ræ
Dysturin á Eiði var ikki serliga væl spældur. Lítið hugflog var at síggja, og tað var sjáldan, at liðini bæði megnaðu at spæla seg til nakrar málmøguleikar. Liðskiparin hjá GÍ, Súni Olsen, skrivaði mánadagin [...] bóltin framvið Marcin Dawid í GÍ-málinum. Gøtumenn royndu at trýsta fyri at koma upp á javnt aftur, men tað var ikki fyrr enn heilt móti dystarenda, at tað endiliga bragdaði hjá GÍ. Enn einaferð var tað Súni [...] ongar trupulleikar hevði av at senda bóltin í netið til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Dysturin leygardagin var enn eitt dømi um, at EB/Streymur hevur ilt við at halda tørn allar 90 minuttirnar
Motorkoyringarfelagskapin FIA at døma liðini fyri at hava brotið reglugerðina fyri formel 1 í tveimum førum; fyrst fyri ikki at hava nýtilig dekk við, og í seinna føri fyri ikki at hava tikið lut í koyringini [...] eru svangir og ætla sær at vísa, at teir eisini duga at vinna, tá ið aðrir bilar eru á breytini. BAR-Honda hava gjørt stór framstig, og tað er beinleiðis ein vanlukka fyri liðið, at tað liggur aftast í kappingini [...] Michelin fabrikkini er skommin ófatilig. At senda øll sjey liðini, sum brúka Michelin dekk til USA við vandamiklum dekkum, er ófyrigeviligt. Serliga tá hugsað verður um, at talan er um tvey ymisk sløg av dekkum
mikudagin í farnu viku við at vitja húsini í Havnini fyri at spyrja um tómar fløskur frá fólki. Og væl gekst. Fleiri høvdu so at siga vænta sær vitjan, og høvdu nærum lagt fløskur til viks at stuðla kórarbeiðinum [...] savnað inn í farnu. Nú var innsavningin at enda komin, og nú skuldi teljast upp og seljast. - Veðrið var einki at reypa av í farnu viku, men tað forðaði okkum ikki í at røkka málinum við innsavningini ? 15 [...] øðrum bólkum, sum vóru úti í somu ørindum sum tey. Frá kórleiðsluni verður sagt, at tey hava ætlanir um, at KFUM fer at hava hetta sum eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári um hesa tíðina.
ógvuliga sannlíkt, at HB fór at geva Heine Fernandez sekkin sum venjari hjá besta mansliði felagsins. Svertan var neyvan starnað á prentaða blaðnum, tá verulig gongd kom á tíðindini um, at nýggjur venjari [...] bjarging hjá Heine. At spælararnir eisini hava sæð skriftina á vegginum bar avrikið á Eiði leygardagin síni sjónligu boð um. Sjálvandi er tað ikki tilvitað, at spælararnir fara út at spæla ein vánaligan [...] ár skýrdur at vera ein proletarur innan danskan fótbólt. Fleiri ferðir kom hann við útsagnum, sum ikki sampakkaðu serliga væl við hugburðin hjá venjarum og leiðslum, og ofta varð tikið til, at hann heldur
Hondbóltsprát Tað er einki at taka seg aftur í, at tær sótu væl nøgdar kring borðini umborð á Dúgvuni. VB-kvinnurnar høvdu alla orsøk at smílast, tá tær eftir eitt strævið hondbóltsvikuskiftið aftur løgdu [...] okkara viðkomandi, so í tann mun haldi eg ikki, at sigurin í hálvfinaluni gav nakað eyka. Skal eg nevna nakra einstaka orsøk, so var tað kanska heldur tað, at vit ilskaðust inn á kappingarnevndina, tí vit [...] Sum nevnt aðrastaðni, so kann tað væl henda, at sigurin í Klaksvík gevur VB ein eyka fyrimun í oddastríðnum. Trivaligur sum hann var, so merkir hetta helst, at Stjørnan nú í øllum førum skal hava trý av
sigur, at hesar báðar hýsurnar á ein ella annan hátt høvdu fingið ein gummiring tvørturum kroppin. - Diameturin á ringunum var nóg stórur til at sleppa afturum høvdið, men ikki nóg stórur til at fara afturav [...] sett seg fastar um uggarnar. Í øðrum førinum sat ringurin soleiðis, at búkfjaðrarnar lógu ímillum og kundu tí ikki brúkast. Rógvi sigur, at annar ringurin var ein svartur tettningsringur til onkra rørsamankoming [...] sum sat á teimum. Rógvi sigur, at ringarnir í báðum førum høvdu sett týðilig merkir í fiskarnar; støðini vóru avtikin, og fiskarnir høvdu fingið sár. - Tí kann væntast, at hýsurnar hava havt ringarnar uppi
er tó enn eitt og annað eftir at gera. Millum tingini, ið ein fer undir í næstum er at leggja asfalt á spæliplássið. Men tað størra málið í hesum samband má tó sigast at vera sjálv innhegningin av bar [...] fyri á fundinum í bygdarráðnum lá eisini í tí, at ein ætlar at seta upp tað sama sterka hegnið kring um allan barnagarðin. Bygdarráðið samtykti einmælt at játta 300.000 kr. til hetta arbeiðið, sum verður [...] ætlanin er at byrja sum skjótast við arbeiðinum, soleiðis at tað kann verða liðugt í vár, sigur borgarstjórin, Karl A. Olsen. Málið rokkið Tá barnagarðurin Gjáarlon gjørdist veruleiki, kundi ein siga, at eitt
løgið, at Vilhelm heldur tað vera trupult at seta orð á kenslurnar. - Eg veit ikki, hvussu eg skal málbera meg. Sjálvt um vit vistu, at heilsan hjá Atla var farin at bila, hevði eg ikki væntað, at tað fór [...] altíð áhugavert og hugaligt at fáa eitt prát við hann, tí Atli hevði mestsum ein persónligan áhuga í øllum. Eg minnist til dømis, at hann um kvøldarnar og næturnar plagdi at ringja til skipini í Barentshavinum [...] , sum fáur. - Vit vistu, at hann var óvanliga dugnaligur við samráðingarborðið, men eg minnist eisini, at teir, sum sótu hinumegin borðið sóðu upp til Atla Dam, og eg veit, at hann fekk nógv rós frá teimum
ger av, hvar meistaraheitið fer at enda. Hinvegin er lítið at ivast í, at um Mjølnir vinnur dystin, so er kappingin avgjørd til fyrimuns fyri tær. Tað er nevnliga so, at tá ið hetta vikuskifti er farið [...] kvinnum og monnum í flogbólti í ár endaðu har vesturi. Heimaliðið hevur viðrák Tað er einki yvir at dylja, at tað hevur ligið sera væl fyri hjá Drátti í seinastuni. Tær hava seinasta mánaðin vunnið á báðum [...] í Mjølnir eru mettaðar, ella um tær eru svangar eftir at fáa uppreisn fyri ósigurin í Trongisvági seinasta vikuskifti. Um tað skuldi hent seg, at Dráttur vinnur dystin sunnudagin, so verður spenningurin