Tá formel 1 sirkusið kemur aftur til Evropa á Magny Cours breytini í Fraklandi hetta vikuskiftið, er tað ein ítróttargrein við einum álvarsligum imagetrupulleika. Tann sera ófantaligi atburðurin hjá Michelin liðunum í USA verður seint gloymdur, og á Michelin fabrikkini er skommin ófatilig. At senda øll sjey liðini, sum brúka Michelin dekk til USA við vandamiklum dekkum, er ófyrigeviligt. Serliga tá hugsað verður um, at talan er um tvey ymisk sløg av dekkum til hvørt liðið.
Atburðurin hjá liðunum hevur fingið Motorkoyringarfelagskapin FIA at døma liðini fyri at hava brotið reglugerðina fyri formel 1 í tveimum førum; fyrst fyri ikki at hava nýtilig dekk við, og í seinna føri fyri ikki at hava tikið lut í koyringini í Indianapolis. Enn er eingin revsing givin, men hon verður kunngjørd í september. Her kann bæði gerast talan um frádøming av stigum og um bøtur.
Men hvør vinnur á Magny Cours? Hetta er ein opin spurningur, og aftur hetta vikuskiftið eru boðini nógv. Formel 1 árið 2005 er avgjørt tað mest spennandi í nógv ár. Hóast Fernando Alonso og Kimi Räikkönen eru á odda í kappingini um heimsmeistaraheitið, kann vinnarin av hesi koyringini eita Fissichella, Montoya, Barrichello, Schumacher, Trulli, Heidfeld, Webber, Button ella Coulthard, uttan at nakar gerst serliga kløkkur.
Toyota fekk fyrstu byrjanarstøðu seinast og tykist at hava funnið ferðina aftur eftir nakrar slakar koyringar. Eisini Ferrari, sum vunnu koyringina seinast, eru svangir og ætla sær at vísa, at teir eisini duga at vinna, tá ið aðrir bilar eru á breytini.
BAR-Honda hava gjørt stór framstig, og tað er beinleiðis ein vanlukka fyri liðið, at tað liggur aftast í kappingini við ongum stigum. BAR-Honda hevur eina tí størstu fíggjarætlanina í formel 1, og liðið gjørdist nummar tvey í kappingini í fjør, so hetta kann als ikki góðtakast.
Stjørnukoyrarin hjá liðnum, bretin Jenson Button, er ivaleyst um at gerast gráhærdur av at stúra
fyri framtíðini. Hann skal velja, um hann næsta kappingarár skal koyra fyri BAR-Honda ella Williams. Williams hava í farnu viku mist fyrstarættin til motorar frá BMW. Hetta hendi, tá BMW keypti Sauber liðið. Williams eru uttan iva í samráðingum við onkran annan motorframleiðara. Men tað sær ivasamt út, um liðið verður topplið komandi kappingarár. Allir teir fremstu motorframleiðararnir eiga ella eiga lut í feløgunum, sum teir lata motorar til. So Jenson Button koyrir nú fyri at tryggja sær eitt setur í einum toppliði, og ein sigur hetta vikuskiftið kann verða eitt stórt stig á vegnum.
Michael Schumacher vann í fjør og hevur tislamans vunnið hesa koyring sjey ferðir. Hvør vinnarin verður í ár, síggja vit sunnudagin, og tað verður uttan iva ein spennandi koyring.