Skaddir fiskar
Í desember í fjør sendi skiparin á útróðrarbátinum, Gudrun í Klaksvík, Kristin Vilhelmsen, Fiskirannsóknarstovuni tvær hýsur, sum vórðu fingnar á sama línustampi ? út fyri Rytuvík í november.
Rógvi Mouritsen á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at hesar báðar hýsurnar á ein ella annan hátt høvdu fingið ein gummiring tvørturum kroppin.
- Diameturin á ringunum var nóg stórur til at sleppa afturum høvdið, men ikki nóg stórur til at fara afturav. Sostatt høvdu ringarnir sett seg fastar um uggarnar. Í øðrum førinum sat ringurin soleiðis, at búkfjaðrarnar lógu ímillum og kundu tí ikki brúkast.
Rógvi sigur, at annar ringurin var ein svartur tettningsringur til onkra rørsamankoming, og hin var ein pakningur av einum loki - líknandi teimum, ið eru undir lokinum á grønmetisgløsum.
- Ringarnir høvdu ivaleyst ligið nakað leingi í sjónum, um vit skulu meta eftir tí vøkstri, sum sat á teimum.
Rógvi sigur, at ringarnir í báðum førum høvdu sett týðilig merkir í fiskarnar; støðini vóru avtikin, og fiskarnir høvdu fingið sár.
- Tí kann væntast, at hýsurnar hava havt ringarnar uppi á sær í eina tíð, heldur hann.
Ikki óvanligt
Rógvi sigur, at tað er ikki so óvanligt at síggja fiskar, sum hava fingið okkurt sovorðið um kroppin.
- Á einum túri hjá havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinason í mai 2004, har skipið royndi við flótitroli heilt uppi undir vatnskorpuni einar 100 fjórðingar í útnyrðingnorðan úr Mykinesi, var ein lítil laksur í, sum hevði ein reyðan plastring um kroppin.
Hann sigur, at laksurin var týðiliga merktur av hesum ringi.
- Hann var rak, og uggafjaðrarnar sótu innanfyri ringin, so tær ikki kundu brúkast til tað, tær eru ætlaðar til.
Á Fiskirannsóknarstovuni hava tey gjøgnum tíðirnar sæð fleiri slíkar tilburðir, har fiskur hevur havt okkurt hangandi uppí á sær. Eitt nú hava pettir av gørnum ella nakrir meskar hingið uppi á fiskinum.
Rógvi sigur, at tann eini fiskurin hevði eina bukt av eini snelludorg uppi á sær.
- Ja, vit hava enntá fingið ein seið, sum hevði ein ring av eini narrisuttu uppi á sær, sigur hann.
Nylonbukt á síli
Hann sigur, at fyri einum 30 árum síðan var eitt sjósíl, sum hevði fingið eina nylonbukt upp á seg.
- Ovari parturin av buktini hevði etið seg niður í fiskin so hvørt, sum hann vaks og stóð at enda mitt ígjøgnum fiskin - frá síðu til síðu. Vaksið var afturíaftur sárið omanfyri, bæði við fiski, skræðu og roðslu. Um búkin hevði buktin gjørt stórt og ljótt sár, og var næstan komin inn ígjøgnum.
Rógvi Mouritsen sigur at enda, at tíverri var eingin mynd tikin av hesum síli.