Dysturin á Eiði var ikki serliga væl spældur. Lítið hugflog var at síggja, og tað var sjáldan, at liðini bæði megnaðu at spæla seg til nakrar málmøguleikar.
Liðskiparin hjá GÍ, Súni Olsen, skrivaði mánadagin undir sáttmála við danska superligafelagið AaB, og tí var dysturin á Eiði seinasti landskappingardysturin hjá Súna fyri GÍ fyribils.
Súni við í báðum málunum
Tað var kanska eitt sindur undrunarvert, at EB/Streymur legði út við eini rættuliga verjukendari uppstilling. Fimm mans vóru á miðvøllinum hjá heimaliðnum, meðan Sonni L. Petersen var einsamallur heilt frammi í álopinum. Tað hevði verið eitt sindur betur skiljandi, um mótstøðuliðið var eitt av teimum trimum oddaliðunum, men talan var altso um eitt av liðunum í niðara enda.
Ein tann besta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk GÍ, tá ið teir høvdu eitt fríspark úr eini 30 metra fjarstøðu, ið Súni Olsen sum vant tók sær av. Landsliðsmaðurin langaði til, men René Tórgarð í EB/Streyma-málinum fekk akkurát beint bóltinum upp um tvørstongina, og so var tann vandin av.
Undan dystinum var eitt sindur ivasamt, um Sorin Anghel hjá EB/Streymi fór at verða tøkur, men rumenin var við frá fyrsta bríksli. Tað vísti seg tó, at Sorin ikki var heilt klárur, og hann noyddist av vøllinum, tá ið einans ein hálvur tími var leiktur, og Teitur Joensen kom á vøllin fyri hann.
Hesin sami Teitur Joensen hevði eisini ein sentralan leiklut, tá ið heimaliðið legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Súni Olsen missir bóltin á miðvøllinum, og Teitur Joensen strýkur avstað. Kviki kollfirðingurin stingur bóltin inn um verjuna hjá GÍ til Sonna L. Petersen, og toppskjúttin í fremstu deildini í fjør er eirindaleysur og langar bóltin framvið Marcin Dawid í GÍ-málinum.
Gøtumenn royndu at trýsta fyri at koma upp á javnt aftur, men tað var ikki fyrr enn heilt móti dystarenda, at tað endiliga bragdaði hjá GÍ. Enn einaferð var tað Súni Olsen, ið skeyt eitt fríspark nakað uttan fyri brotsteigin hjá EB/Streymi. Skotið rakti ein verjuleikara hjá EB/Streymi, og bólturin datt fyri føturnar hjá Sámali Joensen, sum ongar trupulleikar hevði av at senda bóltin í netið til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Dysturin leygardagin var enn eitt dømi um, at EB/Streymur hevur ilt við at halda tørn allar 90 minuttirnar. Teir hava fleiri ferðir í ár verið á odda til heilt móti dystarenda, men hava síðani mist á stokkinum.
Hjá GÍ verður tað spennandi at síggja, hvussu liðið fer at standa seg uttan Súna Olsen, sum, uttan at taka nakað frá hinum, er drívmegin á GÍ-liðnum.