hátíðarløtuna í Tofta skúla í gjár, tá nýggi parturin og umbygdi parturin av skúlanum alment varð tikin í nýtslu Tofta skúli telist nú millum teir nýggjastu og best útgjørdu skúlarnar í Føroyum. Karmarnir [...] ynskidreymur og ein fyrimynd hjá mongum øðrum skúlum kring landið. Hátíðarløtan í stóru og snotuligu fimleikarhøllini í gjár eydnaðist sera væl, og tá fólk fingu høvi at síggja nýggja og umbygda partin [...] næmingum úr Musikkskúlanum, og eisini setti Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni sín serstaka dám á. Eftir hátíðarhaldið sungu og spældu næmingar ymsastaðni runt í Miðstovuni, sum nýggja og snotuliga aulan verður rópt
skipar fyri Ide Møblar eru líka einaráðandi í kappingini »Ársins Handil«, sum Manchester United var í Premier League í 90-unum. Til Gallaveitsluna á Hotel Føroyum fyri 300 gestum var avdúkað, at Ide Møblar [...] Heldur ikki handlarnir fáa hetta at vita. Men Ide Møblar í Havn gjørdist nummar eitt, Berglon í Saltangará nummar tvey og Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík nummar trý, sigur Terji Nielsen frá VikuBlaðnum. [...] Nielsen sigur eisini, at tað ongantíð hava verið so nógvir lesarara, sum hava tikið lut í atkvøðugreiðsluni, sum í ár. Hetta er sætta árið at VikuBlaðið skipar fyri hesari kappingini, og sum nevnt fimta
leika tey í, sigur vakthavandi. Vit sóu tað eisini leygarnáttina, tá tveir 18 ára gamlir endaðu í brummuni, tí teir ikki dugdu sær hógv. Og um áttatíðina í morgun var politiið boðsent niðan í Statoil-støðina [...] svav úti í kuldanum. Maðurin, sum hevði verið í býnum í Havn, varð fingin á føtur aftur, og fór at finna sær ein bil heim aftur. Annars var náttin hjá politinum merkt av, at ballingarkvøld var í gjárkvøldið [...] fulla uppi á Hotell Føroyum, at hon varð send á Landssjúkrahúsið. Í Klaksvík kom ein maður so illa fyri uttan fyri Barokk, at hann breyt beinið, og ein var tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn.
bústðarvirðið í Føroyum er nærum tvífaldað, eru lán til onnur endamál enn sethús eisini økt við somu ferð Hetta sýnir ein greining, sum landsbankin hevur gjørt. Við støði í lønargongd, gongdini í nettoútlánum [...] 2005, og í myndini omanfyri sæst hetta aftur í økta bústaðarvirðinum. Hóast ikki beinleiðis prógv, tykist samband vera millum hesa øking og vøksturin í samlaðu útlánunum til føroysku húsarhaldini. Í tíðarskeiðinum [...] nettoútlánum til húsarhaldini og serliga stórum vøkstri í innflutningi av drúgvum nýtsluvørum og bilum, vísti landsbankin í stuttari frágreiðing í seinastu viku á, at ábendingar eru um, at føroysk húsarhald seinastu
fyrilestrarhaldarar. Hotel Føroyar verður karmur um ráðstevnuna. Í sambandi við at teir norðurlendsku formenninir eru í Føroyum, verður limafundur í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 8. sept., har evnið verður: [...] Sjúkrasystrafelag Føroya hevur verið virkin limur í SSN síðan 1. jan. 1998. Í SSN eru 2 stýrisfundir árliga, og ein fakpolitisk ráðstevna, har ymisk aktuel mál verða viðgjørd. Vertir fyri fundinum eru [...] luttakararnir, umframt at kenna seg vælkomnar, fáa eina góða og gevandi ráðstevnu. Í lógunum hjá SSN, ið vóru viðtiknar í 1920, stendur, at endamálið er at SSN er ein samstarvsstovnur, har umboð fyri li
pallborðsfundinum í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. Fremmandu gestirnir koma í dag, og fara at brúka dagin ymiskt. til dømis fara grønlendingarnir at hitta landsmenn í Grønlendingahúsinum í Havn. Sjálv stevnan [...] móti kvinnum, kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, kvinnur í politikki og til familjupolitikk. Luttakarar verða úr Íslandi og Grønlandi umframt úr Føroyum. Eisini fara politikkarar og embætisfólk úr hesum trimum [...] næstformaðurin í Útnorðurráðnum, Lisbeth L. Petersen, sum fer at seta stevnuna. Síðan fer Eyðun Andreasen, professari, at halda fyrilestur. Seinni verður m.a. fundur við javnstøðuráðharrarnar í teimum trimum
Sandoynni var um middagsleitið í dag savnað uttan fyri dyrnar í umhvørvismálaráðnum, har Jóannes Johannessen, Jóannes í Miðstovuni róptur, handaði landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín Strøm, stívliga [...] við einari drúgvari kæru um ætlaðu vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi. Í aðrari grein her á In.fo fara vit at venda aftur til tað, sum Jóannes í Miðstovuni segði, tá hann handaði landsstýriskvinnuni [...] uni undirskriftirnar. Ingilín Strøm takkaði fyri og segði seg fegnast um, at vit í Føroyum hava møguleikan at mótmæla og kæra mál, sum vit halda ganga okkara náttúru ov nær. Landsstýriskvinnan segði seg
aftrat, at tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð, sum varð gjørdur í 1967, als ikki er nøktandi longur. - So hvørt sum aðrar bygdir í Føroyum fáa betrað sítt vegasamband við umheimin, verður trongi tunnilin [...] nøktandi stødd, ella við at gera ein nýggjan tunnil. Í hesum sambandi verður mint á, at tá verandi tunlar vórðu gjørdir í 1967, luttók Klaksvíkar Kommuna í kostnaðinum av báðum tunlunum. - Tað er tí ikki rímiligt [...] til Árnafjarðar ein alsamt størri forðing fyri menning og trivnaði í hesi bygdini, sum er partur av Klaksvíkar Kommunu, verður ført fram í áheitanini, sum er undirskrivað av Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra
støðum mikukvøldið 22. febr. kl. 19.00: í Havnar kirkju, í Dals kirkju, í Fuglafjarðar kirkju og í Cristianskirkjuni. kl. 19.30: í Húsa kirkju og kl. 18.30: í Kvívíkar kirkju Øll eru hjartaliga vælkomin [...] Knappliga 40 milliónir skótar eru um allan heimin. Í Føroyum verður hugsanardagurin hildin við skótaguðstænastum og skótasamkomun kring landið. Talvan gongur í øllum kirkjunum fyri Skótahjálpina. G [...] Hugsskotið til hugsanardagin kom í 1926 á fjórðu heimsráðstevnuni hjá WAGGGS, (World Association of Girl Guides and Girl Scouts), sum varð hildin í USA. Ráðstevnan avgjørdi, at hetta skuldi vera ein
sum hann hevur vunnið í Føroyum og við føroyska flogbóltslandsliðnum. Saman við Rúna Weihe hevur Bárður í ár spælt við BK Tromsø í Noreg, og leygardagin vóru teir annar parturin í norsku finaluni um Ko [...] Tromsø, tóktist hetta samstundis vera mest avgerandi bólturin í øllum dystinum. Í øllum førum helt Tromsø í bæði næsta og triða settinum dystinum í einum jarntaki. Hóast munurin ikki gjørdist tann heilt stóri [...] spælarunum fyriuttan, so gjørdist talan um eina sanna framsýning av styrkini hjá Tromsø. Eisini hóast liðið í løtuni er beint aftan fyri Nyborg á stigatalvuni. Fyrsta settið var tó sera spennandi. Bæði liðini fylgdust