Samstundis sum bústðarvirðið í Føroyum er nærum tvífaldað, eru lán til onnur endamál enn sethús eisini økt við somu ferð Hetta sýnir ein greining, sum landsbankin hevur gjørt.
Við støði í lønargongd, gongdini í nettoútlánum til húsarhaldini og serliga stórum vøkstri í innflutningi av drúgvum nýtsluvørum og bilum, vísti landsbankin í stuttari frágreiðing í seinastu viku á, at ábendingar eru um, at føroysk húsarhald seinastu 2-3 árini hava fíggjað øktu nýtsluna við antin lántøku ella við at nýta av uppsparing.
Sum flestum kunnugt hækkaðu húsaprísirnir um miðjan 2005, og í myndini omanfyri sæst hetta aftur í økta bústaðarvirðinum. Hóast ikki beinleiðis prógv, tykist samband vera millum hesa øking og vøksturin í samlaðu útlánunum til føroysku húsarhaldini. Í tíðarskeiðinum juni 2005 til september 2007 er bústaðarvirðið og samlaðu útlánini til húsarhaldini økt við ávikavist 85% og 43%.
Hagtøl fyri nágreiniligu støddina av samlaðu sethúsafíggingini eru ikki tøk, men út frá hagtølum fyri útgoldnan rentustuðul og rentugongd ber til at fáa eina ábending um støddina av lántøku hjá húsarhaldum til sethúsafígging, og hóast ávís sveiggj, so vísir myndin greið tekin um, at betraðu lánimøguleikarnir hjá húsarhaldunum við økta frívirðinum hevur økt lutfalsliga meira um útlán til onnur endamál enn sethúsafígging, skrivar Landsbankin á heimasíðuni.
Frágreiðingin sæst á slóðini: www.landsbankin.fo/Default.asp