Klaksvíkar kommuna: - Tunnilin má dagførast

- Setið tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð á dagsskránna fyri tey arbeiði, sum skulu fremjast. Verandi trongi tunnilin er ein alsamt størri forðing fyri menning og trivnaði í bygdini, skrivar Klaksvíkar kommuna í eini áheitan á landsins myndugleikar og sum varð send teimum 22. september í ár.

Lagt verður aftrat, at tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð, sum varð gjørdur í 1967, als ikki er nøktandi longur.
- So hvørt sum aðrar bygdir í Føroyum fáa betrað sítt vegasamband við umheimin, verður trongi tunnilin til Árnafjarðar ein alsamt størri forðing fyri menning og trivnaði í hesi bygdini, sum er partur av Klaksvíkar Kommunu, verður ført fram í áheitanini, sum er undirskrivað av Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra og Hera M. Hammer, býarverkfrøðingi.
Kommunan hevur fleiri ferðir tey seinastu árini heitt á landsstýrið um at virka fyri, at tunnilssambandið Norður um Fjall verður betrað.
- Tað er at fegnast um, at ein loysn fyri kommunurnar norðanfyri nú tykist nærkast.
- Tað er tó ógvuliga umráðandi, at Árnafjørður ikki verður gloymdur í hesum sambandi, sigur Klaksvíkar kommuna.
Heitt verður tí staðiliga á landsmyndugleikarnar um at bera so í bandi, at eisini hetta tunnilssambandið verður nútímansgjørt. Hetta kann gerast uppá tveir mátar - annaðhvørt við at breiðka og hækka tunnilin til eina nøktandi stødd, ella við at gera ein nýggjan tunnil.
Í hesum sambandi verður mint á, at tá verandi tunlar vórðu gjørdir í 1967, luttók Klaksvíkar Kommuna í kostnaðinum av báðum tunlunum.
- Tað er tí ikki rímiligt, um hesin tunnilin millum Klaksvík og Árnafjørð nú verður lopin um, tá aðrar tunnilsgerðir her í økinum verða framdar.
Áheitanin varð send Vinnumálaráðnum við avriti til Landsverk, sum avvarðandi og útinnandi myndugleiki á økinum.