Tunlarnir økja um arbeiðsbyrðuna hjá politinum

Politiið hevur nógv meira at gera um vikuskiftini, eftir at undirsjóvartunlarnir eru komnir. - Tað er sum á Ólavsøku hvørt vikuskiftið, sigur vakthavandi.

Av politistøðini verður sagt, at nú tunlarnir binda stóran part av landinum saman, er arbeiðsbyrðan munandi økt.

- Hvørt vikuskiftið er sum Ólavsøku. Fólk úr øllum landinum valfarta til Havnar og aðrastaðni at ballast, og hetta gevur nógv eyka arbeiði. Tað er sum um, at tey skikka sær pent heima, men úti hjá øðrum leika tey í, sigur vakthavandi.

Og hon reksar nøkur dømi upp frá vikuskiftinum sum fór, har tveir 18 ára gamlir endaðu í brummuni, tí teir ikki dugdu sær hógv. Um teir tríggir, sum fóru spillnaknir til gongu gjøgnum tunnilin til Klaksvíkar, og um ein triðja, sum legði seg at sova við Hoydalsvegin, tí hann fekk ongan fart heim aftur.