Mikudagin er hugsanar­dagur skótanna

Hugsanardagurin, sum er 22. februar, halda skótar um allan heim

Hugsskotið til hugsanar­dagin kom í 1926 á fjórðu heimsráðstevnuni hjá WAGGGS, (World As­sociation of Girl Guides and Girl Scouts), sum varð hildin í USA. Ráðstevnan avgjørdi, at hetta skuldi vera ein serligur dagur, har gentuskótar um allan heimin hugsa um hvørja aðra. Ráðstevnan avgjørdi eisini, at dagurin skuldi vera 22. februar, tí hetta var føðingardagurin hjá Lord Baden-Po­­well, stovn­aranum av skóta­rørsluni og konu hansara Olave, sum tá var leiðari fyri Heims­skótafelagsskapin.
Síðan hevur dagurin verið hildin um allan heimin sum ein altjóða skótadagur. Á enskum verður dagurin nevnd­ur World Thinking Day ella World Friendship day, tí á hesum degi hugsa vit um skótavinir okkara kring allan heimin.
Tveir heimsfelagsskapir eru: WAGGGS, sum er ein gentufelagsskapur og WOSM (World Orga­niza­­tion of the Scout Move­ment), sum er ein blandaður felagsskapur. Knappliga 40 milliónir skótar eru um allan heimin.
Í Føroyum verður hugs­anar­dagurin hildin við skóta­­guðstænastum og skóta­­­samkomun kring land­ið. Talvan gongur í øll­um kirkj­unum fyri Skóta­hjálp­ina.
Guðstænastur vera á hes­um støðum mikukvøldið 22. febr.
kl. 19.00: í Havnar kirkju, í Dals kirkju, í Fugla­­fjarðar kirkju og í Crist­ianskirkjuni.
kl. 19.30: í Húsa kirkju og
kl. 18.30: í Kvívíkar kirkju
Øll eru hjartaliga væl­komin til guðstænastuna, sigur Føroya Skótaráð.