Flogbóltur
Bárður Bendix Mikkelsen kundi leygardagin eisini skriva »norskur steypavinnari« á navnaspjaldrið hjá sær. Eitt navnaspjaldur, sum undan hesum eisini taldi danska steypa- og meistaraheitið, umframt heiðursmerkini, sum hann hevur vunnið í Føroyum og við føroyska flogbóltslandsliðnum.
Saman við Rúna Weihe hevur Bárður í ár spælt við BK Tromsø í Noreg, og leygardagin vóru teir annar parturin í norsku finaluni um Kongepokalen. Ein finala, ið sum hin fyrsta varð víst beinleiðis á NRK 1, og sum tí hevði eyka prestisju við sær, so at siga.
Hóast Rúni Weihe hevði givið barsils-avboð til finaludystin, og Tromsø tí mátti vera ein av týdningarmestu spælarunum fyriuttan, so gjørdist talan um eina sanna framsýning av styrkini hjá Tromsø. Eisini hóast liðið í løtuni er beint aftan fyri Nyborg á stigatalvuni.
Fyrsta settið var tó sera spennandi. Bæði liðini fylgdust sera tætt alt settið, men tá Terje Øvergård við einum reinum servuessi sendi settið til Tromsø, tóktist hetta samstundis vera mest avgerandi bólturin í øllum dystinum.
Í øllum førum helt Tromsø í bæði næsta og triða settinum dystinum í einum jarntaki. Hóast munurin ikki gjørdist tann heilt stóri, so vóru tað alla tíðina liðfelagarnir hjá Bárði, sum hvødu munin, og tí kundi eingin muta ímóti, at talan var um ein fult uppibornan sigur.
Steypasigurin leygardagin var hin áttandi í røðini hjá Tromsø.