Hópur av fólki var við til móttøkuna og hátíðarløtuna í Tofta skúla í gjár, tá nýggi parturin og umbygdi parturin av skúlanum alment varð tikin í nýtslu Tofta skúli telist nú millum teir nýggjastu og best útgjørdu skúlarnar í Føroyum. Karmarnir, sum nú eru skaptir við umfatandi um-og útbygging, eru ynskidreymur og ein fyrimynd hjá mongum øðrum skúlum kring landið.
Hátíðarløtan í stóru og snotuligu fimleikarhøllini í gjár eydnaðist sera væl, og tá fólk fingu høvi at síggja nýggja og umbygda partin av skúlanum, gjørdust flestu ovfarin.
Øll, sum Portalurin møtti á vegnum, hildu fyri, hvussu hugnaligur skúlin nú er vorðin, og hvussu hugtakandi hetta bygningsverk er.
Tey, sum talaðu við hugnaløtuna, vóru Símun Johannesen, borgarstjóri, Marita Dalsgaard, skúlastjóri, Jenny Lydersen fyri Mentamálaráðið, tí landsstýrismaðurin fekk ikki møtt, Jóhannus Danielsen, skúlastýrisformaður og Martin R. Jacobsen, prestur.
Undir hátíðarløtuni var felagssangur, tónleikaframførslur við næmingum úr Musikkskúlanum, og eisini setti Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni sín serstaka dám á.
Eftir hátíðarhaldið sungu og spældu næmingar ymsastaðni runt í Miðstovuni, sum nýggja og snotuliga aulan verður rópt. Fólk fingu kaffi, te og køkur, og høvi var at síggja nýggja skúlan, sum í nógv ár kemur at standa sum ein varði í Nes kommunu.
Um-og útbyggingin av Tofta skúla, sum liggur um stívliga fimmti miljónir krónur, er størsta einstaka íløgan, sum Nes kommuna nakrantíð hevur gjørt.
Hyggið eisini at myndafrásøgnini til vinstru á Portalinum.