nýggju verkum teirra. Kanska er ein teirra bók nummar fýratúsund. Tí so nógvar eru nú komnar á føroyskum. Á Landsbókasavninum telja tey hvønn dag, segði formaður Rithøvundafelagsins. Fyrstur var Anfinnur [...] rin vísti á, at hetta var bara eitt boð um føroyska myndlist. Hansara egna og subjektiva boð. Vónandi gongur ikki so long tíð til hin næsta bókin um føroysku myndlistasøguna kemur, helt hann fyri. Hin [...] skrivaði fyrst í sjeytiárunum leikin ?Skipið?, sum gekk fyri fullum húsum í Sjónleikarhúsinum. Hann greiddi frá, at hann alla tíðina hevði ætlan um fleiri sjónleikir, men ikki fyrr enn nú lá fyri. Evni er søguligi
ganga á parkeringsøkinum. 21 ár sama stað Árni í Stórustovu hevur arbeitt á Christiansborg síðani 1981. Fyrst pussaði hann vindeygu og røkti starvið sum parkeringsvørður, men seinastu árini hevur hann verið [...] fekk hann at stúra fyri, um hann nakrantíð aftur fór at seta síni bein inni á Christiansborg. Vanlukkan hendi 19. januar í 2000. Eftir loknan arbeiðsdag setti Árni seg í sín Peugeot 106, og hann var næstan [...] í tí. Árni er fryntligur og dámligur, og hann er eitt kent andlit inni á Christiansborg. Starvsfólk, fólkatingslimir og fyrrverandi ráðharrar ? øll heilsa upp á Árna. Ein tíðindamaður steðgar honum eisini
málið á hvørjum øðrum. -Annar fekk ikki orð á hin, áðrenn teir loystu. Hvussu kósin er, og hvar hann er? -Jú hann er komin á 62.23 og 6.51. Uha. Høvdu gomlumenninir vitað. Teir plagdu at vera á Rivinum [...] um hetta verður bátatalið dagliga, heldur hann. Og vit koma longri út. Vitin á Kallinum - tað vil siga á Lítla Høvda, sum nesmenn siga, at tað eitur, har hann stendur - hómast kámur har uppi í táminum [...] vara, heldur formaður okkara fyri. Við hetta lag verður skjótt at brúka fiskidagarnar upp. Hann tekur ein brævbjálva, sum stendur stungin undir ein leidning á skottinum. Tekur eitt blað upp úr og hyggur
tað verður lagt úr høgru og diagonalt fram til hann. Hann dregur inn móti málinum, megnar at halda seg frammanfyri verjuna og er púra kaldur, tá ið hann í besta Henry stíli potar bóltin framvið málverjanum [...] Føroyar. 93) 1-1 Allir føroyingarnir eru á beinunum og stríðast tað, sum teir eru mentir, og meiri enn tað. 91) 1-1 Bæði Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen liggja á vøllinum við krampa. Heimavenjarin [...] fyrra hálvleiki á útivølli ímóti Póllandi. Nú teir eru farnir at rinda møðina og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik, vísir máltalvan 0-1. Jákup L. Thomsen legði Føroyar framum, tá ið hann sneiddi inn frá
sum hava koyrt ræst kjøt í ovnin, sigur Róðin Biskopstø. Tá ið hann henda dagin fór í land, var hann leysur við skipið. Óvæntað móttøka Hann er bilsin av tí stóru móttøkuni, sum um teir vóru hetjur. - At [...] ferðin, at Skálaberg var á Klaksvík. Stóri trolarin er á veg úr flotanum. Í dag er farið undir at leggja veiðuna upp, og tá ið tað er gjørt, og ymist er riggað av, fer Skálaberg yvir á aðrar hendur. [...] har hann hevði ligið síðan 18. november. Skipið hevði boðað frá, at tað fór at verða í Norðhavnini klokkan hálvgum tólv, og tað helt væl. Skálaberg kom suður gjøgnum Kalsoyarfjørð, og tá ið hann var komin
djúpi, á Hornfláki, Gerpisgrunni, Skrúðsgrunni og mongum øðrum støðum, sum føroyingar kenna. Sigurd Joensen úr Oyndarfirði mintist á gamlar dagar, tá ið hann var smyrjari, og teir keyptu fisk á Norðfjørðinum [...] heima á Sandi. Meistarin er úr Vági og hjálparmaður hansara úr Klaksvík. Kokkurin er politisturin úr Gøtu og restin av manningini eru ferðafólk, sum hvør á sín hátt hevur havt áhuga í hesi ferðini. Á ferðini [...] norðoyingarnir komu suður við Smyrli seint á kvøldi og skuldu beint umborð á sluppina í Vági. Fráferðin var nakað seinkað, tí fyrr um kvøldið var hol komið á útstoytsrørið í maskinrúminum og arbeiddu
banniorð á varrarnar, tí hann er altíð fult engageraður í tí, sum fer fram rundan um hann, upp á gott og ilt. Hvør kennir ikki ella hevur ikki sæð henda lættgongda mann, sum hvønn dag snimma á morgni leggur [...] Tosar tú við hann ella hoyrir hann í loftmiðlunum, so fær tú eina kenslu av, at hann eisini á hesum øki er nærlagdur. Hevur lært seg føroyska málið og dugir væl at handfara tað, hóast hann kom vaksin úr [...] lívsjáttandi skoðsmál. Hann er ein livimaður, ein, sum ikki letur seg tøla av gerandisstressinum. Altíð miðvísur og vitandi/bevístur um tað hann ger og ikki minst vil. Næstan altíð í góðum lag, smílandi, fyrikomandi
treivst ikki og gavst á sjónum. Leiðin gekk nú til Havnar, har hann fór í læru á Tryggingini. Eftir lokna lærutíð og handilsskúla í Havn lá leiðin til Klaksvíkar, har hann fekk arbeiði á skrivstovuni hjá J [...] Lassen og Hans Arna Joensen. Teir bygdu línuskipið Norðing á Brattvaag skipasmiðjuni í Noregi í 1961. Í 1969 bygdu teir Norðalduna á Skála Skipasmiðju. Gjøgnum seksti- og sjeytiárini var hann reiðari og [...] manningini. Alla staðni har hann starvaðist, var honum víst stórt álit, og var hann sera samvitskufullur í øllum, hann fekst við. Honum vórðu litin mong álitisstørv, og var hann m.a. formaður í líkningarnevndini
Hóast tað kom óvart á Leilu, tá blaðstjórin á Sosialinum bar henni boðini um, at hon varð vald til Ársins kvinnu, munnu flest onnur verða samd um, at heiðurin er væl og virðiliga uppiborin. Seinastu tvey [...] fingu orðið á hana, var hon júst komin aftur úr Sumba, har hon var sera positivt ovfarin av framúr góðu atkomumøguleikunum allastaðni, har hon kom. Har var stutt sagt onki at seta fingurin á nakrastaðni [...] brekaði kann fóta sær í samfelagnum sum heild, greiðir Leila frá. Hon vísir á, at meðan umstøðurnar hjá teimum brekaðu í Føroum á ávísum økjum eru nógv batnaði seinnu árini, hava vit ongantíð rættiliga viðgjørt
Eisini var hann við norskum fiskiskipum, og eitt tíðarskeið sigldi hann við útlendskum farmaskipum. Veturin 1953-1954 gekk hann upp á skiparaskúla í Havn, og eftir tað var hann ofta stýrimaður á skipunum [...] teknaði hann ein hóp upp av fiskimiðum - ikki bara frástøðuna av landi eftir radaranum, men eisini ýtini á miðunum. Hvussu hann bar seg at, veit eg ikki, men myndatól brúkti hann ikki. Um hann skitsaði [...] Johannesen av Lag í Hvalvík, og pápi okkara var Jens Chr. Olsen uppi á Regni á Toftum. Nicolaj var ógiftur. Hann bleiv búgvandi í okkara barnaheimi alla sína tíð. Eitt, sum sermerkti hann alt frá ungum