Ongin tímir at lurta eftir grenji

Tað var ein sera rørd og takksom Leila Solmunde, sum tók ímóti boðunum um, at lesararar á Sosialinum høvdu valt hana til Ársins Kvinnu 2006.
 Eg fái ikki rættiliga alt hetta hóvastákið at hóska til mín. Men um hetta kann skapa uppmerksemi kring viðurskiftini hjá teimum brekaðu, so taki eg tað fegin við, sigur ársins kvinna, sum tey flestu munnu kenna best sum formannin í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum

Hóast tað kom óvart á Leilu, tá blaðstjórin á Sosialinum bar henni boðini um, at hon varð vald til Ársins kvinnu, munnu flest onnur verða samd um, at heiðurin er væl og virðiliga uppiborin. Seinastu tvey árini er Leila Solmunde mest sum vorðin ímyndin av rødd teirra veiku í samfelagnum við síni ósvikaligu trúgv uppá, at har viljin er til staðar, kann alt lata seg gera.
 Tað sigst jú, at vantar tær okkurt likamliga, fært tú tað í staðin aftur í sinninum. Jú, eg havi eitt lætt sinni og trúgvi uppá, at alt ber til, um tú veruliga vilt. Hetta er eisini tað, sum eg fegin vil, at MBF skal endurspegla úteftir  sum ein felagsskapur, ið roynir at vísa á loysnir, heldur enn at stara seg blindan uppá forðingar. Ongin tímir at blíva við at lurta eftir grenji, um ongi stig verða tikin til at broyta til tað betra, sigur Leila Solmunde, sum tó ásannar, at sum formaður í Meginfelag teirra Brekaðu, kennur hon seg ofta rættiliga júkuta.
 Tíverri er tað ofta neyðugt at júka upp í saman, áðrenn glið kemur á eitt mál. Lógarverkið í teimum ráðunum, sum varða av okkara málum, er ofta ótrúliga tungt at dansa við. Eg kann gott bíða, tá tað er neyðugt, men um mál draga út orsaka av strivnum mannagongdum, gerist eg ótolin.
Kannar atkomumøguleikar
Leila fegnast tó um, at sum heild tykist tað, sum at samskiftið við politikarar er vorðið munandi lættari seinnu árini. Í heila tiki tykist tað fella politikarum lættari at taka mál upp, sum viðvíkja teimum brekaðu og at venda sær til felagið í sambandi við málsviðgerðir.
 Tað hevur allatíðina verið ein av mínum hugsjónum fyri felagið, at fólk skulu vita, at tað er her, serkunnleikin finst, tá tað ræður um viðurskifti hjá teimum brekaðu. So tað er veruliga gleðiligt, at politikarar og onnur ikki afta seg við at brúka okkum, sigur Leila.
Sum dømi um, hvat onnur kunnu brúka felagsskapin til, nevnir Leila, at MBF javnan fær tekningar til nýggjar bygningar til ummælis fyri at tryggja, at atkomumøguleikarnir hjá rørslutarnaðum eru í lagi. Og júst hetta við atkomuviðurskiftum er eitt mál, Leila hevur brúkt nógva orku uppá í síni tíð, sum formaður í MBF. Í løtuni ferðast hon kring alt landið fyri at kanna eftir, hvussu stendur til við atkomumøguleikunum í teimum ymsu bygdunum. Tá vit fingu orðið á hana, var hon júst komin aftur úr Sumba, har hon var sera positivt ovfarin av framúr góðu atkomumøguleikunum allastaðni, har hon kom.
 Har var stutt sagt onki at seta fingurin á nakrastaðni. Eg havi júst verið inni á býráðsskrivstovuni, har eg ikki kundi ynskt mær betri umstøður sum rørslutarnað. Og eg má siga, at skúlin í Sumba er tann mest atkomiligi skúlin, eg yvirhøvur havi verið inni í, sigur Leila.
Endamálið við kanningini er at skráseta upplýsingarnar, sum síðani verða givnir út sum handbók. Leila leggur dent á, at hetta átakið ikki skal skiljast sum ein atfinning móti avvarðandi myndugleikum. Bókin er ætlað teimum rørslutarnaðu sum kunning um atkomumøguleikar kring landið sum heild og sum vegleiðing hjá kommunum, har ábøtur eiga at gerast.
Fyrimunur at vera rørslutarnað
Leila dylur ikki yvir, at tað í ávísan mun er ein fyri­mun­ur sjálv at vera rørslu­tarn­að, tá boðskapurin um atkomu­møgu­leikar skal fáast fram. Sjálv hevur hon verið bundin at koyri­stóli í nógv ár, og kann tí út frá egnum royndum greiða frá, hvørjar trupulleikar tað kann hava við sær og vísa á, hvar ábøtur krevjast.
 Tá eg komi har í mínum koyristóli og ongin lyfta er, nýtist mær jú ikki at forklára, hvør trupulleikin er. Tað síggja fólk sjálvi, tá tey verða noydd til at bera meg og koyristólin upp gjøgnum trappurnar. Í so máta fái eg nokkso nógv forerandi, um tú kanst siga tað so, tá eg royni at fáa boðskapin fram, sigur Leila. Hon leggur eitt sindur skemtandi afturat, at hon onkuntíð er strand­að uttanfyri bygningin, har hon skuldi luttaka á onkrum fundi um viðuskifti hjá teimum brekaðu.
 Jú, tað er komið fyri, at tey sum skipaðu fyri fundinum um tey rørslutarnaðu gloymdu at formaðurin í Meginfelag teirra Brekaðu er rørslutarnað, og hvørjar atkomutrupulleikar tað kann hava við sær, smílist Leila.
Hóast Leila ásannar, at orsøkin til tvørligu atkomuviðurskiftini ofta bert er tankaloysi, so kundi nógv verið gjørt fyri at sloppið undan, at hesir trupulleikar yvirhøvur uppstanda. Í londu­num kring okkum er tað til dømis ásett í byggilógini, at rørslutarnað skulu tryggjast atkomumøguleikar í øllum almennum bygningum. Hetta merkir millum annað, at ein byggifyritøka kann stevnast, um hesi viðurskifti ikki eru í lagi. Í Føroyum eru ongar slíkar ásetingar í byggilógini, og tí er tað avmarkað, hvørji krøv tey rørslutarnaðu beinleiðis kunnu seta.
 Sum er, kunnu vit bara heita á avvarðandi mynduleikar um at hava hesi viðurskifti í huga. Men eitt av mínum málum sum formaður í MBF er avgjørt at fáa hesi viðurskifti tryggjaði við lóg, áðrenn eg leggi frá mær, sigur Leila.
Ráðstevna um rehabilitering
Eitt av stóru málunum, sum MBF arbeiðir við í løtuni, er ein ráðstevna um rehabilitering, sum verður hildin í Føroyum í mei mánað. Leila greiðir frá, at rehabilitering í hesum samband snýr seg um, at taka tað heila menniskja við, tá korini hjá teimum brekaðu skulu betrast.
 Tá eitt menniskja ber brek ella verður rakt av einum breki, ávirkar tað ikki bara eitt nú teir likamligu førleikarnar. So at siga alt lívið hjá viðkomandi verður ávirkað, líka frá innrætting av heiminum til útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar. Tá talan er um rehabilitering, mugu øll hesi viðurskifti takast við í eini heildarætlan fyri hvat skal til, fyri at tann brekaði kann fóta sær í samfelagnum sum heild, greiðir Leila frá. Hon vísir á, at meðan umstøðurnar hjá teimum brekaðu í Føroum á ávísum økjum eru nógv batnaði seinnu árini, hava vit ongantíð rættiliga viðgjørt teirra støðu út frá eini heildarhugsjón. Í fyrsta umfari er ætlanin tískil at fáa sett hol á hetta kjakið, har allir avvarðandi mynduleikar og fakbólkar eru við.
Sigur ikki nei
Hesa tíðina, Leila hevur ver­ið formaður í MBF, hevur nógv orka verið løgd í gera mannagongdirnar í felag­num meir smidligar og gjøgnum­skygdar. Í hesum sambandi hevur felagið eisini skipað fyri skeiðum fyri tey 23 limafeløgini, so hesi kunnu virka so effektivt, sum til ber. Leila vísir á, at hóast tey einstøku felgøgini altíð eru tey, sum kenna sína diagnosu best, krevur tað innlit í ávísar mannangongdir, um tú vilt verða hoyrdur.
 Mín uppgáva er so at savna tráðirnir og vera eitt fe­lags talurør hjá øllum hes­um feløgunum. Tað er ein stór ábyrgd, og í løtum hevur nerva­trýstið verið stórt. Men hetta er fyrst av øllum eitt ómetaliga spennandi og gevandi arbeiði, sigur Leila, sum ikki avvísir, at hon letur seg stilla upp aftur til komandi formansval í MBF í mei mánað.
 Um feløgini eru nøgd við mítt arbeiði og ynskja, at eg skal halda fram, fari eg ikki at siga nei. Tað liggja nógvar ætlanir á borðinum, sum eg fegin vil verða við til at gera til veruleika. Tað fer nokk altíð at vera lætt at lokka meg við nýggjum avbjóðingum, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum brekaðu í Føroyum, sigur ársins kvinna at enda.

FAKTA UM ÁRSINS KVINNU

"Leila Solmunde, fødd í 1962 í Trongisvági, búsitandi á Kambsdali
"Sum blaðung fekk Leila staðfest liðagikt og hevur í fleiri ár verið bundin at koyristóli
"Var formaður í Giktafelag Føroya í 16 ár
"Vald til formann í MBF í mei 2004
Tveir dagar um vikuna starvast Leila í MBF húsinum í Havn. Restina av vikuni arbeiðir hon heimanfrá.
"Eisini ferðast Leila kring landið og heldur fyrilestrar, um eitt nú hvussu tú kanst læra at liva við tíni sjúku