Altjóðaligur danskur argjamaður 60 ár

Sunnudagin 16. august verður Tommy Petersen 60 ár. Ikki sæst tað á honum, hvørki í sinn ella skinn. Og tá hugsað verður um, hvussu nógv hesin nú aldrandi unglingi hevur upplivað og roynt, so er tað enn meira óskiljandi, at árini ikki eru enn fleiri. Í mun til okkum deyðiligu hevur hann nú í mong mong ár roynt eydnuna úti í stóru verð, har danskir argjamenn eru sjáldsom sjón. Og sum ein, ið roynir at finna sær ævigt lív ella í hvussu er gerast fleiri hundrað ára gamal eins og tey, sum búgva í Sjangri La í Himmalayafjøllunum, í nepalesiska umhvørvinum. Hann hevur eisini arbeitt í krígsherjaða Irak og hevur roynt at rætta ríki faroanna, Egyptalandi, eina hjálpandi hond.

 

Jú fáur her á landi man hava upplivað so nógv og verið fyri so mongum spennandi og gevandi avbjóðingum sum tann spelkni Tommy. Hesin fryntligi og altíð positivi, men eisini kontanti og kritiski argjainnflytarin hevur dugað at liva lívið, meðan vit onnur framvegis damla í og ikki koma upp úr heimføðisliga dunnuhylinum.

 

Tey, sum kenna Tommy, vilja helst nikka játtandi, tá Tommy fær góð og lívsjáttandi skoðsmál. Hann er ein livimaður, ein, sum ikki letur seg tøla av gerandisstressinum. Altíð miðvísur og vitandi/bevístur um tað hann ger og ikki minst vil. Næstan altíð í góðum lag, smílandi, fyrikomandi og ikki at gloyma ein trúgvur vinur. Eitt sosialt vesin vil onkur kalla hann á gøtudonskum. Altíð góður at tosa við og fáa góð ráð frá, ein analytikari sum fáur, ein, sum lurtar og út frá tí hann hoyrir ger sær sínar væl undirbygdu niðurstøður. Hóast hann eisini kann vera rættiliga avgjørdur, so er hann tó altíð opin fyri tí mennandi dialoginum. Men hann hevur sanniliga eisini góða tendring, serstakliga tá hann følir ella heldur, at tingini ikki koyra, sum tey eiga ella um onkur hevur borið seg heilt skeivt at. Tá kunnu koma banniorð á varrarnar, tí hann er altíð fult engageraður í tí, sum fer fram rundan um hann, upp á gott og ilt.

 

Hvør kennir ikki ella hevur ikki sæð henda lættgongda mann, sum hvønn dag snimma á morgni leggur leiðina av Argjum og heim til Havnar, ein, sum tekur CO2 hóttanina í størsta álvara. Altíð vælupplagdur á ferð og við tí fryntliga og sjarmerandi smílinum, tó av og á fjalt av tjúkkum sigarroyki. Hóast arbeiðsgrev so er hann eisini lívsnjótari av fyrstu skuffu, og til hesa njóting hoyra ikki bert ein góð kona, evnarík børn og góðir vinir og starvsfelagar men eisini ein góð sigar og ein góður whibsky, tá umstøðurnar tala fyri tí. Tosar tú við hann ella hoyrir hann í loftmiðlunum, so fær tú eina kenslu av, at hann eisini á hesum øki er nærlagdur. Hevur lært seg føroyska málið og dugir væl at handfara tað, hóast hann kom vaksin úr Danmark til Føroya og hevur brúkt nógva tíð í útlondum.

 

Onkur man nokk undrast á, hvussu tað ber til, at ein maður sum Tommy skal hava fingið loyvi til at fara av landinum so oftani við farloyvi frá tí almenna. Ja, út í verðina at dusa sær, meðan vit onnur deyðiligu skulu stríðast og strevast her heima vil onkur ill tunga siga. Men hví ikki heldur síggja tað positiva og skilagóða í hesum. Er tað ikki gott, at fólk í almennum størvum hava vilja og dirvi til at seta gummiskógvarnar frá sær og eina løtu leita út í stóru verð at fáa sær nýggjar avbjóðingar og síðani kunnu koma heimaftur við eldhuga og uppladaðum battaríum, ja við nýggjari barlast, sum so aftur kann koma landi og fólki her heima til góða! Ja, er hetta ikki ein góð íløga fyri allar partar, tað at nøkur okkara kunnu fara út í heimin og fáa sær royndir og vitan og koma heimaftur við teimum at brúka í sínum arbeiði og privata lívi! Tað er so heldur ikki ein og hvør, sum er so heppin at verða góðkendur sum ráðgevi og hjálparmedarbeiðari í øðrum londum. Til tess krevst ikki bert eitt fakligt innlit, her hava persónligir og menniskjansligir eginleikar alstóran týdning, og eingin ivi er um, at tey trý árini í Nepal, mangan undir sera torførum umstøðum, hava verið við til at lata portur upp, tá Tommy seinni fór til Irak og Egyptaland. Her hava hansara ábyrgdarkensla og evnini til at samstarva og samskifta uttan iva talt nógv.

 

Tommy hevur eina góða og dugnaliga konu í Maju. Tá boð eru eftir Tommy í Nepal ella Egyptalandi, so er Maja við hansara lið. Frá byrjan til enda. Í juli høvdu tey bæði silvurbrúdleypsdag, og hann var hildin í Himmalayafjøllunum saman við vinfólki og fyrrverandi starvsfeløgum har.

 

Tommy byrjaði lívsleið sína í Føroyum á almannaøkinum. Seinni hevur hann fingist við bæði ali- og oljuvinnu fyri síðani at royna seg í eini heilt nýggjari vinnu. Við dyggum altjóða royndum er hann nú farin at halga sítt lív til at menna nýggju føroysku vinnugreinina, føroysku altjóða skipaskrásetingina. Eingin ivi um at her hevur landsstýrið valt tann rætta mannin. Her koma hansara royndir sum ráðgevi í fjarskotnum londum væl við, tí nettupp dialogurin og hetta at kunna skilja menniskju við øðrum mentanum og við øðrum máli hevur nógv at siga, fyri at henda nýggja vinna kann fáa fótin fyri seg her heima. Og úrslitini hava longu víst seg, tó at hetta er ein long tilgongd.

 

Tommy Petersen er eitt dømi um ein persón, sum kemur uttanífrá tó úr øðrum parti av ríkisfelagsskapinum, til Føroya og við at gerast ein av okkara, føroyingur, hevur hann tilført hesum lítla samfelagnum nógv gott og nýtt, sum vit so sanniliga eisini hava brúk fyri. Í mongum eru vit tíverri eitt alt ov afturlatið og samangrógvið samfelag, tí er gott við fremmandum blóði. Og kanska tað eisini er ein fyrimunur fyri okkara samfelag, at útlendskir innflytarar júst hava tað við sær fram um okkum innføddu, at teir tora ella hava lættari við at fara út í stóru verð at taka við avbjóðingum og menna seg og harvið verða enn betur førir fyri at byggja land her heima. Gott í teg Tommy! Vónandi fær tú mong góð ár aftrat her, ikki minst saman við Maju, og vónandi sleppa vit framhaldandi at fáa nógvar góðar løtur saman við tær.

------

Jan