Birgir Kruse
Sunnudagin skipaði Rithøvundafelag Føroya fyri bókadagshaldi í Útvarpshøllini í Sortudíki í Havn. Finnur Hansen beyð vælkomin við fjálgum klavertónleiki, hendan ilfýsna dag har parkeringsviðurskiftini vóru so út av lagi. Útvarpshøllini er frálík til sovorið tiltak. Ljós og ljómandi.
Ikki færri en 9 rithøvundar løgdu fram og lósu úr nýggju verkum teirra. Kanska er ein teirra bók nummar fýratúsund. Tí so nógvar eru nú komnar á føroyskum. Á Landsbókasavninum telja tey hvønn dag, segði formaður Rithøvundafelagsins.
Fyrstur var Anfinnur í Skála, sum læs eitt brot úr fyrstu bókini í forvitnisligu røðini ?Heimurin forni?. Saman við barnabók hjá Maud Heinesen, er hetta einasta upprunaføroyska skaldsøgan í ár. Eitt ævintýr, har høvundurin letur upp fyri einum fjaldum heimi og skapar sítt egna, gandakenda mál. Hetta fyrra bindið í røðini eitur ?Hjá dvørgunum í Niðafjøllum?. Seinna bindið, sum enn ikki er komið, nevnist ?Ferðin til Zambora?.
Annar rithøvundurin, ið legði fram var Bárður Jákupsson, sum hevur skrivað ?Myndlist í Føroyum?. Hetta er snotulig bók, ið lýsir føroysku myndlistasøguna upp til ídag. Tó, rithøvundurin vísti á, at hetta var bara eitt boð um føroyska myndlist. Hansara egna og subjektiva boð. Vónandi gongur ikki so long tíð til hin næsta bókin um føroysku myndlistasøguna kemur, helt hann fyri. Hin síðsta kom í 1983. Sum áhoyrari haldi eg ikki, at høvundurin hevur orsøk at smæðast, ella verða lítilátin. Hetta er eitt hent verk, sum eg longu fleiri hevur havi havt frægd av. Hava vit Lærarabókina, Rithøvundabókina og hesa listabókina við hondina, so ber til at finna altskyns upplýsingar um nútíðar føroysk mentafólk. Eitt frálíkt amboð. Í hesum teldutíðum kundi hugsast, at allir hesir persónsupplýsingar í støðugt dagførdum líki vórðu lagdir út á netið. Eitt alment føroyskt mentanet. Livst so spyrst. Tøknin er í hvussu er har.
Forlagið Sprotin, sum eftir stuttari tíð hevur givið út hópin av bókum, hevur staðið fyri útgávuni av hesum báðum fyrstu verkunum.
Triði rithøvundur á bókadegnum var Oddfríður M. Rasmussen sum fyrr í ár fekk bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkingasvanið ?Rás/Sár?, ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. Oddfríður greiddi frá og læs hugtakandi yrkingina, sum tekur støði í Letirímuni ?Mánadag havi eg einki at ger? og so framvegis.
Jógvan Arge er ivaleyst virknasti høvdundur, tá umræður siðsøguligar bøkur. Hann greiddi frá og læs brot úr fimta bindinum í røðini um føroyingar í Grønlandi ?Teir tóku land?. Jógvan viðmerkti, at í hvussu er ein, kanska tvær, koma afturat í hesari røðini.
Steinbjørn B. Jacobsen skrivaði fyrst í sjeytiárunum leikin ?Skipið?, sum gekk fyri fullum húsum í Sjónleikarhúsinum. Hann greiddi frá, at hann alla tíðina hevði ætlan um fleiri sjónleikir, men ikki fyrr enn nú lá fyri. Evni er søguligi Nólsoyar Páll. Ein tíðarrøtt mynd, helt høvundurin.
Axel Tórgarð hevur aftur megnað at týða eina av heimsins stóru bókum, tað er leikurin ?Macbeth? hjá Shakespeare. Sonur hansara, sjónleikarin Hans Tórgarð læs og lat heilsa frá týðaranum. Stiðin er forlagið sum gevur henda klassikara út.
Maud Heinesen var einasta kvinna sum var við á bókadagstiltakinum hjá Rithøvundafelagnum. Hon hevur í ár givið út upprunasøguna ?Í vøggustovu við Helenu?. Saman við søguni hjá Anfinni í Skála er hetta einasta upprunaføroyska søga í ár. Sermerkt við hesi søgu hjá Maud er, at navnið Ahmed kemur fyri. Leikur fer fram í vøggustovu í Danmark, har ommudóttur høvundans er. Maud greiddi frá, at bókin tekur støði í brævasambandi teirra millum. Ein hugvekjandi fløvi, at fremmand nøvn, sum anda fremmanda mentan og fremmanda lívsáskoðan hava funnið sær veg innar í føroyskar bøkur. Hugvekjandi.
Erling Poulsen tók síðani orðið og greiddi frá um tað yvirnáttúrliga. Torkil Beder eigur onkra einstaka av søgunum í nýggja savni hansara ?Meiri millum himmal og jørð?, men í høvuðsheitum hevur Erling sjálvur savnað og skrivað. Tann broyting er gjørd frá fyrri bókini ?Mangt er millum himmal og jørð?, at her eru heimildarfólkini nevnd. Aloftast í hvussu er. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið báðar bøkurnar út.
Síðsti høvundurin, sum legið fram á bókatinginum í Útvarpshøllini var Palli Gregoriussen, arkitektur. Eftir at formaður Rithøvundafelagsins, Gunnar Hoydal, stutt hevið greitt frá um viðurskifti hjá arkitektum, tók Palli orðið og læs brot úr ?Tórshavn vár miðstøða og borg 2?. Í hesi bók eru tekningar í litum, sum vísa gomlu havnina og greiða frá húsa- og staðarnøvnum.
Í Útvarpshøllini hevði H. N. Jacobsens Bókahandil sett fram bøkur sum eru komnar í ár og til bar at keypa. Eitt frálíkt tiltak.
Sunnudagin ímorgin verður skipað fyri líknandi tiltaki í Føroyahúsunum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Bókmentunarliga evnið er knýtt at teimum báðum Jørgen-Frantz Jacobsen og Christian Matras, sum báðar høvdu havt stórar rundar dagar í næstum, høvdu teir livað.
Mikudagurin er hundrað ára dagur Jørgen-Frantz Jacobsens, sum sæst í greinum eftir Jógvan Isaksen og Nils Malmros í blaðnum ídag. Hósdagurin í næstu viku er hundrað ára dagurin hjá Christiani Matras. Í hesum sambandi fer Heðin M. Klein, settur leiðari á Skúlabókagrunninum at heiðra skaldinum her í blaðnum næsta vikuskifti.
Á bókadagstiltakinum í Keypmannahavn í morgin fer Ann Kari Skarðhamar at halda fyrilestur. Aðrir fyrilestrahaldarar verða Jógvan Isaksen, Hanus Kamban og Kirsten Brix. Harumframt verður sjónleikaraupplestur og annað mangt í hugnaligu Føroyahúsunum, har sum nevnt Jørgen-Frantz Jacobsen og Christian Matras verða evnið.
Eisini verða allar tær føroysku bøkurnar, sum eru komnar í ár, sýndar fram. Flest øll føroysk forløg hava latið Føroyahúsinum í Keypmannahavn ókeypis eintøk til bókadagstiltakið.










