Føroysku spælararnir fegnast og klappa yvir, at teir hava vunnið eitt stig í U-21 landsdystinum í Póllandi.
Málskjútti eftir eitt stórt korter var Jákup L. Thomsen, sum legði Føroyar framum 1-0.
Støðan helt sær, inntil tað restaðu tíggju minuttir. Tá javnaði Pólland við brotssparki, sum var ógvuliga bíligt.
Heimaliðið hevði bóltin meiri enn føroyska liðið. Talan var tó ongantíð um, at føroyska liðið var heilt niðurspælt.
Karstin Hansen í føroyska málinum bjargaði fýra ferðir sera væl.
Tá ið írski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru heimamenninir ikki blíðir. Tað sást væl, at teir kendu seg hava tapt tvey stig. Teir vístu sína misnøgd við dómaran, sum eftir síðsta bríksl kendi seg noyddan at vísa einum at teimum gula kortið.
---
LIÐUGT
1-1
94) 1-1
Pólland hevur horna og aftur nýtt horna, og so endar tað við málsparki til Føroyar.
93) 1-1
Allir føroyingarnir eru á beinunum og stríðast tað, sum teir eru mentir, og meiri enn tað.
91) 1-1
Bæði Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen liggja á vøllinum við krampa. Heimavenjarin er ikki blíður, og Eli Hentze er púra kaldur, har hann stendur hendur í favn.
90)1-1
Fýra minuttir lagdir aftrat.
89) 1-1
Heimaliðið roynir av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og Karstin Hansen bjargar aftur meistarliga til horna, sum einki spyrst burturúr.
84) 1-1
Føroyska liðið pressar og stríðist so heilt framúr, og í løtum eydnast tað at fáa framrættað spæl í lag.
78) 1-1
Føroyar skifta út: Búi Egilsson avloysir Benjamin Heinesen.
77) 1-1
GULT KORT. Jákup B. Andreasen fyri at vera iv seinur at takla.
76) 1-1
Føroysku spælararnir eru troyttir, men teir hava ikki givið skarvin yvir. Nú hava teir havt tvær góðar royndir. Jákup L. Thomsen royndi seg úr spískum í vinstru, og málverjin bjargaði til horna. Lítla løtu seinni smekkaði Meinhard E. Olsen til, og málverjin bjargaði.
75) 1-1
Lítlu løtuna síðani Pólland javnaði, hevur føroyski málverjin havt tvær framúr bjargingar.
72) 1-1
1-1: brotsspark
68) 0-1
Seinni hálvleikur er hálvrunnin, og gongdin er tann sama. Heimaliðið hevur bóltin meiri, og tað eru spentar støður í og kring føroyska brotsteigin, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar í seinna hálvleiki.
63) 0-1
Bjarni Petersen er liðformaður, nú Betuel Hansen er útskiftur.
61) 0-1
GULT KORT. Jóannes Bjartalíð sær gult fyri fríspark.
59) 0-1
Føroyar skifta út: Jóannes Bjartalíð avloysir Betuel Hansen.
57) 0-1
Heimamenninir tykjast frustreraðir, og føroysku spælararnir geva sær góðar stundir í deyðbóltsstøðum.
54) 0-1
GULT KORT. Jóannes K. Danielsen er ov seinur at takla aftarlaga í vinstru og sær gult fyuri frísparki. Støðan er vandamikil, men tað endar við málsparki, tí bólturin fer út av handaru megin, tá ið lagt verður innfyri.
52) 0-1
Heimaliðið er meiri á bóltinum, men møguleikin fyri føroyskum álopi lúrir alla tíðina. Nú vóru Jákup L. Thomsen og Betuel Hansen tætt við at spæla seg ígjøgnum til opnan møguleika.
48) 0-1
Fyrstu minuttirnar eftir steðgin leggur føroyska liðið øgiliga bragdliga fyri. Talan er um tvær góðar støður, uttan at møguleikin er upplagdur.
46) 0-1
Heimaliðið skiftir tveir spælarar út beinanvegin eftir steðgin. Harvið hevur Pólland nýtt allar møguleikarnar at skifta út.
HÁLVLEIKUR
0-1
Føroyska U-21 landsliðið hevur víst framúr avrik í fyrra hálvleiki á útivølli ímóti Póllandi.
Nú teir eru farnir at rinda møðina og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik, vísir máltalvan 0-1.
Jákup L. Thomsen legði Føroyar framum, tá ið hann sneiddi inn frá vinstru og setti bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið. Talan var um langa diagonalsending fram til Jákup L. Thomsen.
Føroysku spælararnir hava víst framúr avrik við sera góðum hugburði.
Spælararnir hava allir arbeitt ein fyri allar og allir fyri ein. Verjuparturin hevur verið sera væl skipaður, og møguleikin fyri at fara í skjótt mótálop lúrir alla tíðina.
Í tí eina førinum endaði tað við máli, og onkra aðra ferðina var tað tæt við.
Karstin Hansen í føroyska málinum hevur havt eina heilt framúr bjarging, tá ið hann við vinstra beini blokeraði til horna, eftir at álopsspælari royndi seg við skoti úr sjey metrum.
45) 0-1
Fýra minuttir lagdir aftrat.
42) 0-1
Heimaliðið skiftir út. Maðurin, sum brast saman við Erlend Magnusson fyri løtu síðani er illa til passar og fer av vøllinum. Szymanski verður settur á vøllin í staðin fyri Dziczek.
40) 0-1
Heimaliðið roynir at halda høga leikferð. Føroyingarnir halda framvegis høvdið kalt, og nú endaði skjótt mótálop við, at Meinhard E. Olsen legði innfyri úr vinstru, men bólturin fór út av baklinjuni í handara borðinum.
38) 0-1
Føroyingar gera skjótt av í mótálopi. Tað endar við horna í høgru og aftur horna, og tá bjargar málverjin.
37) 0-1
Karstin Hansen bjargar ófatuliga væl við beininum, tá pólverjar royna seg úr sjey metrum.
34) 0-1
Nú er øgiligt press ímóti føroyska málinum. Fýra horna eftir lítlari løtu og Karstin Hansen vísir refleksbjarging.
30) 0-1
Jákup B. Andreasen er ov seinur at takla dygst uttanfyri brotsteigin og mitt fyri. Karstin Hansen bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr, tá ið pólverjar royna við frísparki.
27) 0-1
GULT KORT. Erlendur Magnusson sær gult fyri at hava ælbogan ov ovarlaga í nærdysti.
23) 0-1
Meinhard E. Olsen leggur við frísparki úr vinstru í brotsteigin. Tað endar við, at Benjamin Heinesen smekkar til úr stórari fjarstøðu, og bólturin fer væl omanfyri málið.
20) 0-1
Føroyska liðið er sera væl skipað. Nú bar langt innkast úr vinstru, sum Benjamin Heinesen tók sær av, horna úr vinstru við sær, uttan at tað bar málmøguleika við sær.
17) 0-1
0-1: Jákup L. Thomsen
Jákup temur í vinstru væl, tá ið tað verður lagt úr høgru og diagonalt fram til hann. Hann dregur inn móti málinum, megnar at halda seg frammanfyri verjuna og er púra kaldur, tá ið hann í besta Henry stíli potar bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið.
13) 0-0
Higartil hevur føroyska liðið ikki verið undir tí trýstinum, sum mótstøðuliðini ofta plaga at leggja Føroyar undir.
09) 0-0
Føroyar hava fyrstu royndina. Við frísparki verður úr vinstru lagt fram til handara stólpa, har Jákup L. Thomsen roynir seg við heilfluktara, men Jákup rakar ikki bóltin nóg væl, og tað endar við málsparki.
07) 0-0
Føroysku spælararnir geva sær góðar stundir í deyðbóltsstøðum.
04) 0-0
Pólland er fyri tað mesta í álopi, og talan hevur verið um vandamikla støðu eftir langt innkast í høgru.
01) 0-0
Heimaliðið er - soleiðis sum pólverjar plaga at vera - í hvítum troyggjum, reyðum buksum og hvítum hosum.
Føroyingarnir eru í bláum troyggjum, buksum og hosum.
00)
Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu í Lubin í Póllandi. Tað eru 24 hitastig og sólarglottar.
00)
Dómarabólkurin er úr Írlandi - Robert Hennessy, Mark Gavin, Darren Carrey og Rob Rogers (fjórði dómari).
--
Tað búgva 38 milliónir í Póllandi, og tað búgva gott og væl 51 túsund fólk í Føroyum.
Kortini kennist spenningur hanga yvir Zaglebia Lubin Stadion, har fyrsta bríksl í U-21 landsdystinum verður klokkan 17.
Orsøkin er, at úrslitið var 2-2, tá ið liðini 10. november í fjør hittust á Tórsvølli. Ta ferðina løgdu Føroyar seg framum 2-1, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Síðstu tíggju minuttirnar var Pólland undirmannað, men kortini eydnaðist tað póllendingum at javna til 2-2 í 95. minutti.
-Vit fara at geva alt í royndini enn einaferð at vinna gott úrslit ímóti Póllandi, sigur Eli Hentze, venjari, við FSF heimasíðuna.
Sammett við javnleikin 10. november eru tríggjar broytingar gjørdar á føroyska liðnum.
Nýggir á liðnum eru Ari Olsen, Jóannes K. Danielsen og Benjamin Heinesen.
Teir avloysa Ólav Niclasen, Hákun Edmundsson og Teit Jacobsen.
Venjararnir Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava sett liðið:
Karstin Hansen, Skála – Ari Olsen, Skála, Bartal Wardum, HB, Bjarni Petersen, B36, Jóannes K. Danielsen, KÍ – Betuel Hansen, NSÍ, Jákup B. Andreasen, KÍ – Benjamin Heinesen, B36, Erlendur Magnusson, B36 Meinhard E. Olsen, B36 – Jákup Ludvig Thomsen, FH Ísland
Á beinkinum: Rói Mørk Hentze, B36, Ólavur Niclasen, KÍ, Petur Knudsen, NSÍ, Jóannes Bjartalíð, KÍ, Dan í Soylu, HB, Steinbjørn Olsen, KÍ, Búi Egilsson, Suðringar