merkisverda var, at norski søgumaðurin hevði eina heilt aðra áskoðan um hendingarnar tá enn ta, sum danskir søgumenn bera fram. Hann segði nevnliga uttan himpr, at tað sum tá hendi var at Noregs ríki varð [...] ið. Hetta er nakað, sum teir hava funnið uppá av tí at teir eru hart sperdir av Grønlandi og Føroyum, sum hava alt ov gott um at halda um so er, at tað kemur til skarpskeringar millum okkum og Danmørk [...] parturin, Grønland, Føroyar og Ísland, helt fram við at vera saman við Danmørk. Danskir søgumenn føra sum kunnugt nakað heilt annað fram. Teir siga, at oyggjarnar í Norðurhøvum als ikki hoyrdu til Noregs
hevur postað á sín facebook-profil í kvøld. Víst verður á, at løgmaður er ein av 35 súklarunum, sum fara at súkla í føroyska hópinum - fyri at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra [...] har Team Rynkeby Føroyar í dag hevur verið á einum "charmuoffensivi" fyri at sjónliggera innsavningina. Lagt verður aftrat, at í kvøld luttaka stívliga 200 føroyingar í einum galladøgurða á Hotel Føroyum [...] - Lagið er gott hjá føroyska stjórnarleiðaranum, sum í summar fer at súkla saman við Team Rynkeby Føroyar til París. Men, súkluteknikkurin hjá løgmanni kundi verið betri. Tað verður sagt í danskari grein
Seinnapartur. Øll eru tey í ein ávísan mun samd um, at 14. februar er ein dagur, ið vit onkursvegna eiga at hátíðarhalda. - Mær dámar væl hugskotið, at mann vísir sín kærleika til onkran, sum mann er góður [...] í Føroyum kunnu hava ringt við at gera, sigur Elsa Maria M. Olsen. - Hinvegin so burdi mann ikki verið mintur á at vísa sína kærleika ein ávísan dag, tí kærleiki eigur at vera millum okkum hvønn dag, sigur [...] - Føroyingar eru passaliga líkaglaðir við romantik, og tí eri eg ikki bangin fyri, at Valentine´s Day fer at blíva ein eins komersiellur dagur og vit síggja aðrastaðni. Tað sigur Sissal Kristiansen, sum
høvuðsábyrgdina fyri ungdómsliðunum. Hann fer at venja U-18 og U-16, og so fer hann at stuðla og hava umsjón við venjingunum í yngru deildunum. -Vit eru fegnir um, at Meinhardt framvegis er í felagnum. Hann hevur [...] er tað greitt, at tað verður nýggjur hjálparvenjari við Margáir. Meinhardt Dalbúð, sum í fjør var næsti maður, er framvegis í felagnum, men nú er hann í øðrum leikluti. Meinhardt fer at hava høvuðsábyrgdina [...] fóru Rúni Nolsøe og hansara menn í EB/Streymi undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Eftir at hann stóran part av kappingarárinum í fjør var skaðadarvaður, er Arnbjørn Hansen komin fyri seg aftur
Snýr tað seg ikki bara um at skjóta journalistin? At leggja út eitt roykslør? Um Jørgen er so ósekur, sum hann sigur, so er tað lættasta ting í verðini at prógva tað. Vit halda, at hann bara skuldi gjørt [...] skjótur, tá tað ræður um at verja Jørgen Niclasen – ímóti hvørjum tað skal vera. Hevði tað verið søgan um, at vit nú hava ein »whistleblowara« – ein sangfugl, sum royndi at avdúka slíkt, sum verður [...] Norðlýsið, sum verður stýrt av formanninum í Norðoya Sambandsfelag, hevur funnið fram, at Sveinur Tróndarson, sum kom við søguni um Jørgen Niclasen og tollin á Portalinum stutt fyri jól
hjálpti mær, at so nógvir føroyingar vóru til staðar. Teir kenna løgini, og serliga ímóti endanum, tá eg spældi Misery, sungu føroyingarnir við. Haldi eisini, at teir megnaðu at fáa danskararnir at syngja við [...] Hansen. Hann letur hampiliga væl at ljóðgóðskuni, sum var undir hansara upphiting. - Ljóðið var heilt okey Vit høvdu onga ljóðroynd, men fingu líka einar 10 minuttir til at gera okkum klárar á pallinum. Teir [...] við, sigur ein fegin Jens Marni Hansen, sum lýsir kvøldið í gjár sum eina stóra uppliving. - At standa á pallinum í Parkini var eitt stór uppliving fyri meg. Tað var ein stór fjøld, sum stóð framman fyri
kostar sanniliga eisini at reka privatar miðlar – og fólk kunnu so sjálvi meta um, hvør fær meira burtur úr hvørjari krónu, teir privatu ella tann almenni miðilin. Men at tvinga fólk at gjalda kringvarpsskatt [...] ndunum skulu nú brúkast til at stuðla almenna kringvarpinum, sum frammanundan við pantifúta kann krevja inn kringvarpsskatt. Eitt er tað órættvísa í tí, at FSF og ÍSF fremja slíkan mismun [...] innihaldinum, og tá prime-time tíð í Degi & Viku verður brúkt til at tatovera ovurfegnum sjónvarpsvertum, tá eru vit komin har til, at politikarar mugu grundgeva fyri Føroya fólki, hví vit skulu
eru ein ferðafrásøgn, sum tekstur er settur til. Regin fer at greiða frá um framsyningina. Tá ið framsyningin opnar fer Bjarni Brattaberg at greiða frá um túrin, og Sigmundur Olsen hevur gjørt eina my [...] irnir vóna, at tey, sum vóru við á túrinum hjá Svaninum, og teirra næstringar koma í Stóra Pakkhús, og minnast aftur á túrin, samstundis sum tey, sum ynskja tað eru hjartaliga vælkomin at siga nøkur orð [...] orð um túrin. Annan hvítusunnudag fara grindabátarnar at rógva til Porkeris, og framsyningin er ætlað sum ein hóskandi máti at enda grindabátaferðina uppá. Tá ið tiltakið er liðugt í Porkeri opnar framsyningin
tiltøkum hjá felagnum, umframt at PSG verður revsað við at missa trý stig til landskappingina komandi kappingarár, skrivar The Guardian. Tað hevur eisini verið upp á tal, at Leonardo møguliga skal tað við [...] iðrar seg nokk um, at hann eftir dystinum móti Valenciennes gav dómaranum eitt síðuskump. Hann hevur nú fingið bann í níggju mánaðir. Tað var eftir 1-1 javnleikin móti Valenciennes, at fyrrverandi brasilski [...] og Inter vil verða við, at hann sjálvur bleiv skumpaður og tí rendi inn í dómaran. Hesum vil franska fótbóltssambandið ikki trúgva og hevur tí dømt Leonardo. Bannið inniber, at hann ikki kann verða á bonkinum
fara at gera tær seinastu fyrireikingarnar. - Tá eg eri komin til Australia, fara vit undir at fyrireika tað seinasta, sum verður syrgja fyri matinum, ið vit skulu hava við á túrinum. So eg vænti, at vit [...] vit koma at brúka nakrar dagar upp á at proviantera, sigur Livar Nysted, ið er sera spentur nú nakrar dagar áðrenn ferðin av álvara byrjar. - Tað er ikki frítt, at eg havi summarfuglar í búkinum, men eg [...] sigur Livar Nysted. Tað hava áður verið gjørdar okkurt um 39 royndir at sigla teinin um Indiahav, men tað hevur bara eydnast 16 fólkum at róð henda teinin. Men tað er ikki nakað, sum Livar Nysted ber ótta