Í dag verður forvitnislig framsyning í Stóra Pakkhúsi frá kl 15.00, ella tá ið grindabátarnar eru afturkomnir úr Porkeri
Framsyningin er komin í lag í samband við at 20 ár eru liðin síðan Svanurin var við í regattasigling á Isle of Skye. Stór regattasigling var á Isle of Sky í 1993 og partur av hesi regatta var sigling við eldri bátum, og har var Svanurin við.
Regin Debes hevur savnað myndir saman og fyrireikað framsyningina. Myndirnar eru ein ferðafrásøgn, sum tekstur er settur til. Regin fer at greiða frá um framsyningina.
Tá ið framsyningin opnar fer Bjarni Brattaberg at greiða frá um túrin, og Sigmundur Olsen hevur gjørt eina myndaframløgu, sum verður víst á stórskíggja.
Fyrireikarirnir vóna, at tey, sum vóru við á túrinum hjá Svaninum, og teirra næstringar koma í Stóra Pakkhús, og minnast aftur á túrin, samstundis sum tey, sum ynskja tað eru hjartaliga vælkomin at siga nøkur orð um túrin.
Annan hvítusunnudag fara grindabátarnar at rógva til Porkeris, og framsyningin er ætlað sum ein hóskandi máti at enda grindabátaferðina uppá. Tá ið tiltakið er liðugt í Porkeri opnar framsyningin í Stóra Pakkhúsi.
Framsyningin er almenn og øll eru hjartaliga vælkomin. Ætlanin er at framsyningin framyvir verður partur av sjósavninum, sigur Mentanarnevndin í Vágs kommunu.