Skjótið Svein!

Um vikuskiftið sóu vit enn eina­ferð, hvussu tíðindi verða stýrd á kopiportalum, sum renna sneisaørindi – í hes­um førum fyri ávísar pol­i­tik­ar­ar.

Norðlýsið, sum verður stýrt av formanninum í Norð­oya Sambandsfelag, hev­­ur funnið fram, at Svein­­ur Trónd­ar­son, sum kom við søguni um Jørg­en Nicl­a­­sen og tollin á Port­al­i­­num stutt fyri jól, fyrr hev­ur starvast hjá Lands­grann­skoð­­ar­a­num.

Hin kopiportalurin, Vág­a­­­port­­­a­­lurin, er sjálvandi al­tíð skjót­ur, tá tað ræður um at verja Jørgen Niclasen – ímóti hvørjum tað skal vera.

Hevði tað verið søgan um, at vit nú hava ein »whist­le­blowara« – ein sang­fugl, sum royndi at av­dúka slíkt, sum verður sóp­að und­ir teppið í ymsum al­menn­um stovnum, so var tað á­hugavert.
Men uha! Hví er tað so á­huga­vert, um Sveinur hev­ur starvast hjá Lands­grann­skoð­ar­a­num, ella um hann hev­ur brotið onkra tagn­ar­skyldu?

Snýr tað seg ikki bara um at skjóta journalistin? At leggja út eitt roykslør?

Um Jørgen er so ósekur, sum hann sigur, so er tað lætt­asta ting í verðini at prógva tað. Vit halda, at hann bara skuldi gjørt sum Løkke: Kallað pressuna á fund og lagt alt á borðið!