Brasilski ítróttarstjórin í nýríka franska høvðusstaðarfelagnum, Paris Saint-Germain, iðrar seg nokk um, at hann eftir dystinum móti Valenciennes gav dómaranum eitt síðuskump. Hann hevur nú fingið bann í níggju mánaðir.
Tað var eftir 1-1 javnleikin móti Valenciennes, at fyrrverandi brasilski landsliðsspælarin gjørdist í øðini inn á dómara, sum í dystinum hevði givið landsmanninum í miðverjuni, Thiago Silva, reytt kort.
Leonardo, sum millum annað umboðaði PSG og AC Milan sum spælari, hevur alt kappingarárið verið kritiskur mótvegis dómarunum, skrivar Dailymail.
43 ára gamli fyrrverandi venjarin hjá AC Milan og Inter vil verða við, at hann sjálvur bleiv skumpaður og tí rendi inn í dómaran. Hesum vil franska fótbóltssambandið ikki trúgva og hevur tí dømt Leonardo.
Bannið inniber, at hann ikki kann verða á bonkinum, ikki vera kring dómaraøki og kann heldur ikki luttaka á almennum tiltøkum hjá felagnum, umframt at PSG verður revsað við at missa trý stig til landskappingina komandi kappingarár, skrivar The Guardian.
Tað hevur eisini verið upp á tal, at Leonardo møguliga skal tað við sum venjari um Carlo Ancelotti skuldi blivið venjari hjá Real Madrid. Tað verður so ikki møguligt fyribils. Tað er sannlíkt, at Leonardo og PSG kæra avgerðina.
Umtalaða støðan kann síggjast í sjónbandabrotinum undir greinini.