Føroya løgmaður dottin fýra ferðir

Tað hevur ikki verið lætt fyri tann 49 ára gamla stjórnarleiðaran at kasta seg yvir súkluítróttin.

 

- Lagið er gott hjá føroyska stjórnarleiðaranum, sum í summar fer at súkla saman við Team Rynkeby Føroyar til París. Men, súkluteknikkurin hjá løgmanni kundi verið betri.

 

Tað verður sagt í danskari grein um føroyska Rynkeby-hópin, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur postað á sín facebook-profil í kvøld.

 

Víst verður á, at løgmaður er ein av 35 súklarunum, sum fara at súkla í føroyska hópinum - fyri at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra.

 

- Tú kemur ikki sovandi til eitt pláss á Team Rynkeby Føroyar - heldur ikki sum føroyskur toppolitikari.

 

Sagt verður, at hóast Kaj Leo hevur 299 dystir sum málmaður í fótbóltsfelagnum HB og fýra A-landsliðsdystir fyri Føroyar í viðførinum, hevur tað kortini ikki verið lætt fyri tann 49 ára gamla stjórnarleiðaran at kasta seg yvir súkluítróttin.

 

- Kaj Leo Holm Johannesen er dottin fýra ferðir í samband við venjingina, sigur hann í handilssentrinum SMS, har Team Rynkeby Føroyar í dag hevur verið á einum "charmuoffensivi" fyri at sjónliggera innsavningina.

 

Lagt verður aftrat, at í kvøld luttaka stívliga 200 føroyingar í einum galladøgurða á Hotel Føroyum - til frama fyri børn, sum eru rakt av krabbameini og familjur teirra.