Føroyingar líkaglaðir við romantikki

Flestu føroyingar eru ikki serliga romantiskir, og tí er eingin vandi fyri, at Valentine´s Day fer at gerast ein eins kommersiellur dagur og í øðrum londum.

- Føroyingar eru passaliga líkaglaðir við romantik, og tí eri eg ikki bangin fyri, at Valentine´s Day fer at blíva ein eins komersiellur dagur og vit síggja aðrastaðni.

 

Tað sigur Sissal Kristiansen, sum í dag saman við Jákup Olaf Johannesarson og Elsu Mariu M. Olsen luttók í panelinum í Rás2 Seinnapartur.

 

Øll eru tey í ein ávísan mun samd um, at 14. februar er ein dagur, ið vit onkursvegna eiga at hátíðarhalda.

 

- Mær dámar væl hugskotið, at mann vísir sín kærleika til onkran, sum mann er góður við. Tað er nakað, sum vit í  Føroyum kunnu hava ringt við at gera, sigur Elsa Maria M. Olsen.

 

- Hinvegin so burdi mann ikki verið mintur á at vísa sína kærleika ein ávísan dag, tí kærleiki eigur at vera millum okkum hvønn dag, sigur Jákup Olaf Johannesarson.

 

Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna. Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið um Valentine´s Day. Fleiri brot úr sendingini koma út um vikuskiftið.

 

Les eisini: Tú rýmir ikki frá einum óhappi