áskoðan, at framtíðin við teimum avbjóðingunum ið liggja fyri framman hjá føroysku tjóðini, best verða loyst samsvarandi teimum ætlanum, val- og stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins slóða fyri. Politiska søgan her [...] fingið góða blaðrúmd ávikavist í Sosialinum og Dimmalætting. Hesir miðlar høvdu sent blaðfólk á fundin. Nú hava seinastu landsfundirnir verið opnir fyri pressuni og er tað at fegnast um, at bløðini senda umboð [...] raðfestast í fremstu røð og var hetta eisini nevnt í frágreiðingini. Formaðurin fekk eitt herðaklapp frá gestarøðaranum Eyðun Andreasen formanni í Granskingarráðnum, fyri floksins støðu og útsøgn um gransking
fjølbroyttum útbúgvingum og góðum bústaðarmøguleikum, liggur mær eisini á sinni. Og so haldi eg tað vera serstakliga umráðandi, at vit venda kikaranum og síggja møguleikarnar fyri vøkstri og trivnaði, eisini í [...] egnari megi, sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði, bæði hjá tí einstaka, hjá vinnuni og hjá tjóðini. Samhaldsfesti - tað at vit taka okkum hvør av øðrum, og tolsemi - tað at vit rúma ymiskleikanum [...] virkandi og trivnaðarríkum samfelag. Tað byrgir fyri, at gjáir millum samfelagbólkar laða samfelagið sundur. Og tað fremur eitt samfelag, har øll kenna seg hoyra til, fáa møguleikan at nýta givin evni og geva
tora at gera broytingar eftir hvat gagnar fólkinum og tjóðini sum heild og ikki bara hjá teimum sterkastu, ið hava sera stórt vald. Hann fortaldi, at fyri 100 árum síðani gjørdi ein keypmaður eina meting [...] politiskt mugu og skulu taka støðu til, hvussu karmarnir og treytirnar í vinnu og fíggjarheimi skulu setast. – Tað snýr seg bert um, at ríkidømið, og møguleikarnir í Føroyum, koma øllum samfelagnum og fólkinum [...] ið tað snýr seg um vinnubygnað og lóggávu, og mótvegis fíggjarheiminum, har vit júst hava sæð, at valdið verður savnað tí eina tryggingar- og bankasamtakinum, Betri, og har vit síggja at BankNordik ætlar
at giftast, ikki sluppu at tryggja sín maka, sítt lív og síni børn, eins og tit, og tykkara børn, sleppa. Og ímyndi tykkum, at børn tykkara, eins og okkara, manglaðu hesi grundleggjandi rættindi bara tí [...] rnar eru heilt burturvið, og kjakið er ofta ljótt, tí børn okkara vera bæði kallaði skeiv, sjúk, kynsvillingar, og onnur niðrandi orð. - Slíkum orðavali er eingin tign í, og tað hóskar seg ikki landsins [...] Gudi, men tað er ein samfelagslig, borgarligur stovnur. Tað sigur Evald Rasmussen, lærari og pápi ein samkyndan son og limur í foreldrabólkinum í LGBT. Nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at loyva samkyndum
tí ítøkiligu førleikametingini og – menningini, skipa fyri vegleiðing og kunning og seta í verk skipanir og mannagongdir fyri førleikameting. Eisini skulu teir menna og vegleiða faklærarar, so teir fáa [...] tilmælunum í álitinum um førleikameting og førleikamenning. Um so er, so vil tingkvinnan vita, nær væntast kann, at skipanin verður sett í verk, og hvør tíðarætlanin er fyri einstøku tilmælini í álitinum. Síðani [...] Førleikameting snýr seg um at orða og skjalfesta og viðurkenna teir førleikar, sum ein borgari hevur. Førleikamenning er, við støði í førleikametingini, at gera eina ætlan fyri menning, sum viðkomandi kann fara
sum fáa minni og minni, og tey ungu mugu framvegis leita sær uttanlands? Heildarætlanini um Fólkavøkstur og frá/tilflyting var samtykt av øllum Løgtinginum, eisini samgonguni. Og kostaði hon einki [...] at hugsa um hvat tænir tjóðini best beint nú. Og tað er ikki tunlar. Fólkatalið stendur framvegis í stað, tey gomlu og veiku fáa framvegis ikki tí fultuppibornu hjálpina teimum tørvar. Tey gomlu hava [...] kundu verið. Og nú er tað farið at merkjast á burðartalinum. Fleiri og størri útbúgvingartilboð, sum ikki kosta nakað serligt kundi steðga hesi gongd, men nei, tunlar og óskøvaðir og óbuglaðir
ing og søgu. Erpni og egináhugamál stýra teimum fyrst og fremst. Tá tílíkt stýrir tær, fatar tú ikki, at tú ert settur at tæna tjóðini, og at tú ert partur av eini menningargongd, sum byrjaði fyri 130 [...] mentanarliga, vinnuliga og politiskt. Sett varð eitt felags mál fyri land og fólk. Næstu mongu árini varð hendan kósin í roynd og veru fylgd. Hetta sæst best á teimum fyritøkum og stovnum, ið vórðu sett [...] heyst, verða skift út við nýhugsan, uppfinnsemi og framfýsni. Vit mugu lyfta okkum úr móruni, seta kósina fyri Føroyar og endurreisa viljan at virka fyri tjóðini. Hvat sigur andstøðan? Finst ein onnur kós?
makar og eftirkomarar í kjallaran á Fríðrikskirkjuni at eta døgurða. Har verða Jógvan Fríðriksson, bispur, og umboð fyri kommununa og landsstýrið við. Onkur sangur er yrktur til høvi. Felags fyri tey øll [...] 1933, Mary Elina, fødd í 1936 og Arne Karstin, føddur í 1938. Ommu- og abbabørnini vóru 42, og børn teirra væl yvir 100. Brúdleypið hjá teimum var ógvuliga stórsligið og tiltakið. Har vantaði einki. Men [...] samanlagt. Tað yngsta er 73 ár, og tað elsta er 91 ár. Dagin fara tey og skyldfólk teirra at halda leygardagin. Hóast sjálvur dagurin ikki verður fyrr enn í juli fyri at geva teimum báðum systkjunum, sum búgva
Tónleikur ið ger Mun! Tiltøkini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði eru fríggjadagin og leygardagin. Leygarkvøldið verður fyri tey tilkomnu, og aldursmarkið verður 18 ár. Kvøldið byrjar við tónleika-café kl. 22-01. [...] Sveits, Thailand, Týsklandi og USA. Tað er FUT, Føroya Undirhalds Tónleikarafelag, ið hevur savnað fleiri føroyskar tónleikarar, ið fara á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 19. og 20. mars. One world Beat [...] samfelagsáhugaðir tónleikarar, politiskt óheftir felagsskapir og onnur tóku seg saman um at skipa vælgerðarkonsertir. Festivalurin gongur nú á øðrum ári og hevur ment seg at fevna um allan heim. Góð nøvn stuðla
á ein hátt, soleiðis at tað hevur blokerað fyri týðandi avgerðum eins og hetta mál hevur skapað split og spjaðing í tjóðini. Nú er tíð uppá at vaska talvuna og at byrja av nýggjum við aftur at seta vælferðina [...] berandi í vinnulívinum. Her má annað lag koma á og má ein greiður og miðvísur vinnu- og fíggjarpolitikkur koma í staðin fyri tað politiska atgerðarloysi og ta líkasælu, ið nú í fleiri ár hava valdað á økinum [...] strategi verður løgd, sum skal fevna um menning av nýggjum vinnum og nýggjum marknaðum og sum heild um eina røð av stimbrandi tiltøkum eisini fyri hóttar vinnur av samfelagsligum týdningi uttan tó at fevna um