Alheims festivalur eisini í Føroyum

Mentanarhúsið í Fuglafirði verður um vikuskiftið karmur um føroyska partin av einum alheims festivali, har bólkar um allan heim fara á pall samstundis fyri at hjálpa børnum við HIV/eyðkvæmi

One World Beat er fyrsti globali tónleikafestivalurin og Føroyar verða um vikuskiftið partur av hesum festivalnum, har eini 150 tiltøk í fleiri enn 40 londum fara av bakkastokki samstundis. Millum londini teljast Australia, Brasil, Bretlandi, Burundi, Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Japan, Kanada, Kenya, New Zealand, Sameindu Arabisku Emiratini, Spania, Suðurafrika, Suðurkorea, Sveits, Thailand, Týsklandi og USA.
                 Tað er FUT, Føroya Undirhalds Tónleikarafelag, ið hevur savnað fleiri føroyskar tónleikarar, ið fara á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 19. og 20. mars.
                 One world Beat festivalurin hevur uppruna í Sveits. Sjálvbodnir samfelagsáhugaðir tónleikarar, politiskt óheftir felagsskapir og onnur tóku seg saman um at skipa vælgerðarkonsertir. Festivalurin gongur nú á øðrum ári og hevur ment seg at fevna um allan heim.
 
Góð nøvn stuðla
Alheims tónleikafestivalurin er í 3 dagar, tá ein røð av konsertum fer av bakkastokki í nógvum býum ? samstundis. Millum annað eru tiltøk í New York, Paris, London, Los Angeles, Sydney og Fuglafirðií døgunum 19.-21. mars 2004 (í Fuglafirði eru tiltøk 19. og 20. mars). Festivalurin loyvir tónleikarum at bera boðskapin um vón gjøgnum tónleikin; Tónleikur ið ger Mun!
Tiltøkini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði eru fríggjadagin og leygardagin.
Leygarkvøldið verður fyri tey tilkomnu, og aldursmarkið verður 18 ár.
Kvøldið byrjar við tónleika-café kl. 22-01. Borð við kertuljósum verða sett upp, har fólk kunnu hugna sær samanvið Teimum av Kamarinum, Martini Joensen við orkestri, Ronnie Poulsen frá Singer Songwriter-kappingini, Sámali & Ronnie, Afenginn (einum framúr væl-leikandi donskum folk-rock-bólki), og síðani verður stuðulsdansur við Twilight og Fluffy Toys.
FUT hevur sett atgongumerkini at kosta kr. 100, og til ber at stuðla við at keypa eitt atgongumerki í forsølu, uttan at noyðast at fara til sjálv tiltøkini.

Yvirskotið frá hesum næsta árliga tiltakinum fer til Keep a Child Alive, eitt nýtt framtak við tí endamáli at útvega lívsneyðugan heilivág til børn í triðja heiminum, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS). Framtakið er stuðlað av Aliciu Keys.
 
Afturat tí at luttaka í lokalum tiltøkum kunnu fólk um allan Heim vera við í hesum fjølbroytta átaki við at fara inn á heimasíðuna www.oneworldbeat.org/og lurta eftir internettøkum framførslum og live samrøðum úr øllum heiminum. Á heimasíðuni kunnu fólk eisini downloada tónleik, fara á uppboðssølu ella lata pening til tess at stuðla herferðini móti HIV/eyðkvæmi (AIDS).
                  Á heimasíðuni oneworldbeat.org ber til at trýsta seg inn á føroyska heimasíðu, har ein fær nærri at vita um føroyska tiltaki.
Phil Collins, Sheena Easton, Bonnie Tyler, Mark King & Level 42 og Michelle Gayle eru almennir One World Beat stuðlar.
Heimasíðan hjá One World Beat hevur dagliga umleið 3.000 vitjandi.
Stuðlaður av UNESCO gjørdi One World Beat festivalurin 2003 sítt fyrsta alheims avrik við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Festivalurin náddi eina alheims áhoyrarafjøld, ið útvegaði pening til nógv vælgerandi endamál.
 
Keep A Child Alive<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Keep A Child Alive hevur til endamáls at útvega lívsneyðugan heilivág til tær 3,2 milliónirnar børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS) í triðja heiminum. Hvønn minutt doyr eitt barn, tí at tað ikki hevur atgongd til lívsleingjandi antiretrovirala (ARV) viðgerð, og Keep A Child Alive hjálpir við at útvega antiretroviralan heilivág til tey børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS). www.keepachildalive.org .
                
 
Føroyingar góðir stuðlar
Kaj Johannesen frá FUT sigur seg vera spentan uppá hendan fyrsta globala festivalin og hann fegnast um, at vælvildin er sera stór, nú fyrireikingarnar eru í hæddini.
- - Fólk eru sera fyrikomandi og hjálpsom og vælvildin er heilt einastandandi, sigur Kaj, sum í hesum døgum hevur úr at gera við at fyrireika.
Sosialurin fer alla vikuna at fylgja við og gera burturúr tiltakinum.