Lurta nú eftir Jóannes!

Føroyskur politikkur er stak løg­in. Àhaldandi verður tað tos­að um tunlar, sum um at okkara land doyr um teir ikki vera gjørdir. Gerhard sel­ur seg alment fyri at fáa ein tunnil. Jørgen og Co vilja held­ur gera ein dýrari tunnil, sum ikki heilt samsvarar við vinnu­prin­sipp­ið: at fáa sum mest fyri krón­una. Sjálvt um Før­oya Ar­beiðsgevarafelag vil hava eina almenna loysn. Og løg­maður fylgir bara við.

Hvat við yvirskotinum?
Eitt er mær tó púra óskilligt. Hví kann peningurin úr Lands­bank­anum ikki brúk­ast upp á sjúkrahús og eldra­røktina? Tað er har størsti tørvurin er, tað er har bíðitíðirnar eru. Eyst­ur­oy­ar­tunn­ilin er eitt gott hug­skot..... um 20 ár altso. Tá eldr­a­røktini tørvaði, ella Løg­ting­ið gjørdist varugt við tørv­in, megnaði Løgtingið bara at diska upp við 4.3 milli­onum, hóast at brúk var fyri 6 millionum. Og nú klár­ar samgongan at diska upp við 150 millionum sum var tað einki???? Hvussu ber tað til at tunlar hava meira at siga enn tey gomlu, sum tørva hjálp, tey veiku sum fáa minni og minni, og tey ungu mugu framvegis leita sær uttanlands?
Heildarætlanini um Fólk­a­vøkst­ur og frá/til­flyt­ing var samtykt av øll­um Løgtinginum, eisini sam­gong­uni. Og kostaði hon einki ser­ligt. Eini 700 millionir yvur eini 4-5 ár. Orsøkin sambært fíggj­ar­mál­a­ráðharranum, fyri at hon ikki kundi fylgjast var, at so máttur aðrar íløgur setast til síðis. Og nú kann sam­gongan knappiliga brúka pen­ing uppá nýggjar tunlar, utt­an at blunka.

Bleytt er ikki stuttligt
Tey gomlu og ungu vera enn einaferð gloymd. Søgan end­ur­tek­ur seg, tey bleytu virðini mugu lúta fyri teimum hørðu, tí at Kári P. Højgaard, Ger­hard Lognberg við fleiri hugsa heldur um afturval, enn at hugsa um hvat tænir tjóð­ini best beint nú. Og tað er ikki tunlar. Fólkatalið stendur framvegis í stað, tey gomlu og veiku fáa framvegis ikki tí fultuppibornu hjálpina teimum tørvar.
Tey gomlu hava tænt Føroyum væl, men tá nøkur teirra tørva hjálp verður bara spýtt upp á tey, tí at val­agnið verður uppraðfest. Árg­ang­irnir 20-40 ár eru bert hálvir, í mun til hvat teir kundu verið. Og nú er tað farið at merkjast á burð­ar­talinum. Fleiri og størri út­búgv­ing­ar­ti­l­boð, sum ikki kosta nakað ser­ligt kundi steðga hesi gongd, men nei, tunlar og ó­skøv­aðir og óbuglaðir bilar eru týðn­ing­ar­miklari.
Sanniliga, sanniliga mugu vit stað­festa at samgongan er gud­domilig. “Herrens veje er ur­ansagelige”
Gerið nú sum Jóannes Eid­es­gaard segði við An­finn Kallsberg á sinni, hví Við­ar­eið­is­tunn­il­in mátti bíða: Væl­ferð­ina framum tunlar!