Tað pínur okkum at síggja

Tveitið átrúnað úr kjakinum um samkynd hjúnalag

Her stendur Evald Rasmussen við LGBT flaggi í húnarhátt

- Tveitið átrúnað úr kjakinum um samkynd hjúnalag, tí hetta snýr seg um borgarlig rættindi. Hjúnabandið er ikki givið av Gudi, men tað er ein samfelagslig, borgarligur stovnur.

 

Tað sigur Evald Rasmussen, lærari og pápi ein samkyndan son og limur í foreldrabólkinum í LGBT.

 

Nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at loyva samkyndum hjúnalagi, heitir hann inniliga á løgtingslimir um at stuðla uppskotinum, so eisini samkynd fáa somu borgarligu rættindi sum restin av tjóðini.

 

- Tað pínir meg at síggja, at landsins leiðsla enn ikki hevur givið soni mínum, børnunum hjá øllum foreldrunum í bólkinum, eg umboði, hendan rættin, sum er so grundleggjandi.

 

- Ímyndið tykkum, at børn tykkara ikki sluppu at giftast, ikki sluppu at tryggja sín maka, sítt lív og síni børn, eins og tit, og tykkara børn, sleppa.

 

Og ímyndi tykkum, at børn tykkara, eins og okkara, manglaðu hesi grundleggjandi rættindi bara tí tey, tí at ein minniluti av føroyingum, heldur, at tey ikki skulu hava somu borgarligu rættindi sum aðrir føroyingar, heldur hann fram.

 

- Tey samkyndu hava nógv at bjóða Føroya landi, men landsins leiðsla hevur enn ikki givið teimum pláss í Føroyum, hóast fólkið hevur talað, tí heili 68% av føroyingum eru fyri samkynda hjúnarbandinum.

 

- Tá eg rúmi øðrum, rúma onnur eisini mær, sigur orðatakið. Men á tingi er hetta ikki galdandi. Grundgevingarnar eru heilt burturvið, og kjakið er ofta ljótt, tí børn okkara vera bæði kallaði skeiv, sjúk, kynsvillingar, og onnur niðrandi orð.

 

- Slíkum orðavali er eingin tign í, og tað hóskar seg ikki landsins tingi at leggja pall til slíkt møsn. Samkyndleiki er hvørki eitt val ella ein sjúka, sum óvitandi vilja vera við, sigur Evald Rasmussen.

 

- Hetta lógaruppskot leggur upp til sátt og semju millum borgarar - hvørki samkoma, kirkja ella prestur verða tvingað at vera við, men enn billa hesi fólk sær inn, at tey hava einkarrætt til hjúnabandið og kunnu fortelja øðrum, hvussu tey skulu liva sítt lív.

 

- Hjúnabandið er heldur ikki ritað í stein, tí fert tú bara fá ár aftur í tíðina, kundu myrk ikki giftast hvítum í stórum partum av heiminum, men tíbetur steðgaði hesin ørskapur eisini.

 

- Tað er eyðsæð, at hjúnabandið skal dagførast, eins og restin av samfelagnum, og tí skal føroysk lóggáva fylgja við. Títt hjúnaband missir ikki virði bara tí at samkynd sleppa at giftast, leggur hann afturat.

Her stendur Evald Rasmussen við LGBT flaggi í húnarhátt

Her stendur Evald Rasmussen við LGBT flaggi í húnarhátt

Her stendur Evald Rasmussen við LGBT flaggi í húnarhátt

Her stendur Evald Rasmussen við LGBT flaggi í húnarhátt

Her stendur Evald Rasmussen við LGBT flaggi í húnarhátt