Tað var ikki óvanligt fyrr við barnríkum familjum, men meira óvanligt er, at ein heilur barnaflokkur megnar at koma høgt upp í árini.
Helst er tað føroyskt met, at tólv systkin úr Rituvík í næstum runda tey 1000 árini samanlagt. Tað yngsta er 73 ár, og tað elsta er 91 ár.
Dagin fara tey og skyldfólk teirra at halda leygardagin. Hóast sjálvur dagurin ikki verður fyrr enn í juli fyri at geva teimum báðum systkjunum, sum búgva í Danmark, høvi til at vera við.
Byrjað verður við gudstænastu í Rituvíkar kirkju klokkan 12. Prestur verður Derhard Jógvansson, sum er sonur eitt av systkjunum. Bæði deknur, klokkari og organistur eru í familjuni.
Aftaná gudstænastuna kemur løtan, tá ið nýggi rituvíkarvegurin verður latið upp. Har verður hátíðarhald við tøðum og tónleiki. Tey yngru fólkini, sum hava skipað fyri 1000 ára føðingardegnum, hava samstarvað við kommununa og Landssverk um at hava hátíðarhaldið tann dagin.
Tað verður óivað stuttligt fyri tey tilkomnu systkinini at uppliva, at heimbygdin fær nýggjan breiðan veg.
Eftir hátíðarhaldi fara tey tólv systkinini, makar og eftirkomarar í kjallaran á Fríðrikskirkjuni at eta døgurða. Har verða Jógvan Fríðriksson, bispur, og umboð fyri kommununa og landsstýrið við.
Onkur sangur er yrktur til høvi.
Felags fyri tey øll er, at teimum dámar væl at syngja, siga fyriskipararnir.
Góð systkin
Systkinini hava altíð verð røsk at fara í føðingardag hjá hvør øðrum, at fara til konfirmasjón hjá eftirkomarum og so víðari.
Fyrstu ferð, tey øll savnaðust aftur, var fyri átta árum síðan. Tá fyltu tey 900 ár.
So hittust tey aftur í 2009, tá ið ein systir fylti 90 ár.
Rímiligt er okkurt ellisbrekið farið at gera vart við seg, men sum heilt eru tey øll væl fyri.
Mistu tíðliga pápan
Foreldrini vóru Elsebeth Sofie Frederikke og Magnus Salomon.
Børnini eru Magnus Salomon, føddur í 1920, Vensil, føddur í 1921, Sára Malena, fødd í 1923, Marin Frederikka, fødd í 1924, Arnholt Sofus Reinhert, føddur í 1925, Carl Sivar Lenny, føddur í 1928, Elly Frederikka, fødd í 1930, Ansgar Tummas Jaspur, føddur í 1932, Jógvan Harry Sofus, føddur í 1933, Mary Elina, fødd í 1936 og Arne Karstin, føddur í 1938.
Ommu- og abbabørnini vóru 42, og børn teirra væl yvir 100.
Brúdleypið hjá teimum var ógvuliga stórsligið og tiltakið. Har vantaði einki. Men stutt eftir varð Magnus Salomon umvendur til missiónina og legði tá av at drekka.
Elsebeth Sofie Frederikke var kvik við hondunum, mjólkaði, bakaði, vaskaði og bant. Spann eisini.
Men heilsan var ikki sterk. Hon varð smittað av tuberklum, og tað tók dygt at fáa børn so títt.
Magnus Salomon var skipari, og ráðini vóru góð, sum viðurskiftini vóru tá. Arbeiðsgentu høvdu tey, onkuntíð tvær. Eisini áttu tey nokk so nógv kjøt.
Men longu í 1940 doyði hann av sjúku, og eftir sat hon við tólv børnum.
Tá var yngsti sonurin bara tvey ára gamal, tann elsti 20 ára gamal. Sjey børn vóru undir fermingaraldur.
Í slíkum førum var vanligt, at nøkur børn fóru til onnur fólk at vaksa upp, men tey eldru systkini hjálptu mammuni, so øll vera saman.
Allar fimm systrarnar svóvu í einum kamari. Tær báðar eldru svóvu í einari song og hinar tríggjar í einari.
Dreingirnir svóvu á kvistinum. Teir høvdu tvær sengur og eitt ból. Ein drongur svav niðriundir.
Tað gjørdi mamman eisini.
Hetta var eitt heim, har nógv varð lisið, tey sungu, og tey vóru ófør at lesa søgur fyri børnunum.
Allar genturnar fóru úr skúlanum, tá ið tær fyltu 14 ár ella høvdu gingið sjey ár í skúla. Tær fingu ikki útbúgving, men tað fingu dreingirnir. Genturnar fóru út at tæna, ein lærdi at seyma.
Hóast tey ikki vóru væl fyri við pengum, tá ið pápin doyði frá konu og tólv børnum, komu tey øll væl undan, og øll lýsa barnaárini sum rík, tí heimið var fult av kærleika.