Í dag skal løgtingið gera av, um Bjørn Kalsø skal svara einum fyrispurningi frá Eyðugunn Samuelsen, løgtingskvinnu, um førleikamenning. Ítøkiliga spyr hon, um landsstýrismaðurin tekur undir við tilmælunum í álitinum um førleikameting og førleikamenning.
Um so er, so vil tingkvinnan vita, nær væntast kann, at skipanin verður sett í verk, og hvør tíðarætlanin er fyri einstøku tilmælini í álitinum. Síðani spyr hon landsstýrismannin, um peningurin er settur av til at byrja skipanina í 2014.
– Førleikameting snýr seg um at orða og skjalfesta og viðurkenna teir førleikar, sum ein borgari hevur. Førleikamenning er, við støði í førleikametingini, at gera eina ætlan fyri menning, sum viðkomandi kann fara undir, sigur løgtingskvinnan.
Hon sigur víðari, at endamálið við førleikameting er, at geva fólki við lítlum ella ongum formellum førleikum, t.v.s. ófaklærdum, ein møguleika at fáa mett sínar fakligu førleikar, ið tey hava ogna sær í arbeiðslívi ella á annan hátt, so tey kunnu fara undir førleikamenning/útbúgving. Ein førleikametingarskipan gevur eisini møguleika fyri endurútbúgving soleiðis, at fólk kunnu fáa møguleika at royna seg á øðrum økjum á arbeiðsmarknaðinum og soleiðis fáa størri flytføri, tá ið fortreytirnar á arbeiðsmarknaðinum broytast.
– Sambært Arbeiðsloysisskipanini eru tað 40% av teimum arbeiðsleysu, ið bara hava fólkaskúlaútbúgving, 13% av teim arbeiðsleysu hava eina miðnámsútbúgving og 15% hava eina styttri útbúgving enn miðnám. Sostatt eru tað millum 53-68% av teimum arbeiðsleysu, ið ikki hava eina førleikagevandi útbúgving sum faklærd. Tølini vísa eisini, at tað eru hesi, ið eru longst í arbeiðsloysisskipanini, sum hava ringast við at sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin og fáa tað minsta mánaðarliga útgjaldi frá arbeiðsloysisskipanini, sigur hon.
Fleiri kanningar hava staðfest, at tess fleiri borgarar hava útbúgving, tess hægri verður bruttotjóðarúrtøkan (BTÙ). Tí loysir tað seg, eisini samfelagsbúskaparliga at gera íløgur í at útbúgva borgararnar, eisini tey tilkomnu.
Í august 2013 fekk landsstýrismaðurin handað álit, ið greiddi frá skipanini við førleikameting og førleikamenning. Álitið hevur hesi tilmæli:
At tey, sum verða førleikamett, eiga at vera 25 ár og eldri. Førleikametingin skal, so vítt gjørligt, kunna nýtast í øllum undirvísingarverkinum.
Skipanin skal setast í verk á tann hátt, at ein samskipari skal setast á einum av verandi stovnum ella skipanum. Ein ráðgevandi bólkur, við umboðum frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og frá avvarðandi ráðum skal setast. Mentamálaráðið tekur stig til, at samskiparin verður settur.
Avvarðandi útbúgvingarstovnar skulu í samstarvi við samskiparan taka sær av tí ítøkiligu førleikametingini og – menningini, skipa fyri vegleiðing og kunning og seta í verk skipanir og mannagongdir fyri førleikameting. Eisini skulu teir menna og vegleiða faklærarar, so teir fáa neyðugu førleikarnar at førleikameta.
Mælt verður til at gera eina rammulóg um førleikameting fyri alt útbúgvingarøkið, og síðani regulera hvørt øki sær við kunngerð, umframt at tillaga regluverkið. Lóggávan skal geva ófaklærdum møguleika at taka yrkisútbúgving og/ella miðnámsútbúgving og hægri útbúgving.
Tað almenna skal bera kostnaðin av eini førleikamenningarskipan, sum fevnir um: samskipara og kunning, at seta í verk førleikamenningarskipan í útbúgvingarstovnunum, førleikameting/-menning í útbúgvingarstovnunum.
Eisini verður mælt til, at seta á stovn ein førleikamenningargrunn, ein arbeiðsbólkur skal setast at greina og gera uppskot um, hvussu ein slíkur grunnur skal skipast.
Í álitinum verður sagt: ”um tikið verður undir við hesum tilmælum, verður farið undir at smíða lóg og kunngerðir, so skipanin kann byrja á sumri 2014”.
Kostnaðurin av skipanini í 2014 verður mettur til: 500.000 kr til samskiparan, 100.000 kr til kunningartiltøk og heimasíðu og 30.000 kr. at førleikamenna lærarar. Tilsamans ein kostnaður á kr. 630.000.