sagt, at landsgrannskoðanin hevur í fleiri ár víst á, at alt ov fáir stovnar hava gjørt váðametingar, og at vandi er fyri, at upplýsingar hjá almennum stovnum ikki verða handfarnar rætt, umframt at leiðslurnar [...] upplýsingum, ella at møgulig misnýtsla ikki verður fyribyrgd. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ið varðar av KT-økinum hjá landinum, til at taka upp spurningin, um at rundskrivið [...] rundskrivið um KT-trygd ikki verður fylgt, hóast nógv ár eru liðin, síðani freistin at lúka treytirnar í rundskrivinum er farin.
samgongan fer at halda hesa avtaluna. Hinvegin heldur hon at samgongan átti at hildið hesa avtaluna. Sjálv veit hon um familjur, har mamman heldur enn fegin vil fáa møguleikan at vera heima og at fáa ansin [...] mammuni um at vera heima hjá barninum, var so mikið sterkt, at tey fingu eina avtalu við bankan fyri at hon kundi vera heima. Tað hevur verið gott fyri børnini, og teirra børn eru kanska betri ment at nógv onnur [...] Samuelsen heldur, at ein slík skipan kundi kanska enntá eggja familjum til at fáa fleiri børn. - Eg haldi, at tað skal vera ein møguleiki. Akkurát sum tað er ein møguleiki hjá fólki at fáa ansingarsamsýning
mett sum kanska sterkasti luttakarin, og veddingafyritøkurnar eru ikki í iva um, hvør er favorittur at vinna X Factor hesaferð. 15 ára gamla Emilie hevur nógv tey lægstu oddsini, tá ið tippast skal um vinnaran [...] næsthægst odds – 15. Bert Tannaz hevur hægri odds, og harvið sambært veddingafyritøkunum minni møguleika at vinna X Factor.
dag Og at enda vil hann hava at vita, hvussu nógv prísurin á einum litri av bensini ella dieselolju skulu hækkað, fyri at kunna fíggja kostnaðin av at gera tað ókeypis at koyra við Bygdaleiðum og at sigla [...] Hvussu nógv skal prísurin á einum litri av bensini ella diesel hækka, fyri at viga upp ímóti missinum fyri at avtaka bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Tað vil Helgi Abrahamsen, tingmaður [...] Abrahamsen vísir á, at kjak hevur tikið seg upp um, hvussu raksturin av undirsjóvartunlunum skal fíggjast, tá íløgan er liðugt goldin. - Onkur sigur, at gjaldið skal lækka, onnur siga, at tað skal burtur,
. Turkar fingu illlgruna um, at smyrilin kundi vera njósnari, tí á bandi, hann hevði undir fótinum, stóð "24311 Tel Avivunia Israel". Sovorðin bond verða ofta brúkt til at fylgja við, hvussu fuglur ferðast [...] varð falkurin røntgenkannaður, og staðfest varð, at hann ikki var njósnari fyri ísraelsku fregnartænastuna. Grýtissmyrilin varð tí latin leysur og slapp at flúgva frítt aftur. (Mynd: Polfoto)
eisini verið funnist at, at skipanin er ikki so løtt at brúka. Eftir hansara tykki er eingin orsøk at halda, at nýggja skipanin er tryggari enn tann, vit nú hava. Hann vísir eisini á, at avtalan um hesa NemID [...] sum finnast at trygdini í nýggju skipanin, føroysku peningastovnarnir nú fara at tak í nýtslu í samband við netbankan. Tað sigur Signar Nielsen, KT-verkfrøðingur. Hann leggur afturat, at tað hevur eisini [...] NemID gongur út í 2017 og enn er óvist, hvussu verður vorðið eftir tað, tí tá skal arbeiðið at menna skipanina meiri, bjóðast út. Trýst á pílin undir myndini og hoyr KT verkfrøðingin greiða frá.
føroyingum. Tá staðfestir hann, at eisini føroyingar eiga at gera sínar altjóða og menniskjansliga skyldu á flóttafólkaøkinum. Hann nevndi í hesum sambandi, at vit eiga at taka ímóti einum 40-50 flóttaf [...] hevur hann drigið íland og viðurkent, at tað var eitt mistak at nevna nakað ávíst tal. Men annars broytir hann ikki støðu, tí hann heldur framvegis, at vit eiga at taka ímóti flóttafólkum. Hinvegin eru [...] landsstýrismaður í útlendingamálum, staðfestir, at sum støðan er nú, eru als ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólkum. Tað fyrsta, vit eiga at gera, er at taka støðu til um vit yvirhøvur skulu taka ímóti
samstarv. Men hann heldur, at tað, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í kvittanini, er at landið skal ognartaka SEV. - Johan heldur, at landið klára betri at umsita SEV enn kommunurnar [...] nettupp, at styrkin í SEV er, at talan er um eina samhaldsfasta skipan, sum øll eru felags um. Og kommunurnar kunnu ikki avhenda eina ogn fyri eina milliard, leggur hann afturat. So ætlar SEV sær at yvirtaka [...] - Vit hava onki ímóti at samstarva. Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum. Umframt at vera formaður í kommunufelagnum, er Heðin Mortensen eisini borgarstjóri í Havn. Og sostatt umboðar
flogferðsluna. - Tað fer at verða ófriður og óvissa um farleiðir, frekvens og prís. Um flogfeløgini ikki vinna pengar, so fara tey at taka tilboð aftur og niðurleggja farleiðir. Hetta fer at skapa størri óvissu [...] i fara at vaksa um flotan við meira enn 200 flogførum – men prískríggið, sum stendst av tí, kann skapa størri óvissu innan flogvinnuna. Ryan Air, Easyjet og Norwegian ætla komandi trý árini at fáa sær [...] flogfør afturat, og tað fer at skapa stór prískapping millum hesi og onnur flogfeløg. Men samstundis sum ferðafólk í Europa kunnu fegnast um lægri prísir, fer prískríggið eisini at hava avleiðingar fyri f
í Evropa og Amerika tilsamans. Tað veit Fiskaaling at siga í síni nýggjastu útgávu av Alitíðindum. - Hetta tal er úr einari frágreiðing, sum roynir at gera eitt yvirlit yvir kostnaðin, grundað á tøl, sum [...] sum eru tøk í vísundagreinum. Lagt verður aftrat, at íkastið úr Føroyum til talið omanfyri er stívliga 26,5 miljónir krónur um árið. Hetta tal er grundað á framleiðsluna í 2006 á 18.754 tons og á ein kostnað [...] krónur, sum er á leið talið, ið nýliga hevur verið frammi í heimligu fjølmiðlunum. Fiskaaling vísir á, at sambært uppgerð hjá Apoteksverkinum er hetta eisini umleið kostnaðurin fyri heilivág til havbúnað,