Vandi fyri at upplýsingar verða misnýttar

Í frágreiðingini hjá Løgtingdsgarnnskoðarunum til løgtingið verður sagt, at landsgrannskoðanin hevur í fleiri ár víst á, at alt ov fáir stovnar hava gjørt váðametingar, og at vandi er fyri, at upplýsingar hjá almennum stovnum ikki verða handfarnar rætt, umframt at leiðslurnar ikki varnast møguliga misnýtslu av upplýsingum, ella at møgulig misnýtsla ikki verður fyribyrgd.

Í frágreiðingini hjá Løgtingdsgrannskoðarunum til løgtingið verður sagt, at landsgrannskoðanin hevur í fleiri ár víst á, at alt ov fáir stovnar hava gjørt váðametingar, og at vandi er fyri, at upplýsingar hjá almennum stovnum ikki verða handfarnar rætt, umframt at leiðslurnar ikki varnast møguliga misnýtslu av upplýsingum, ella at møgulig misnýtsla ikki verður fyribyrgd.

 

Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum, ið varðar av KT-økinum hjá landinum, til at taka upp spurningin, um at rundskrivið um KT-trygd ikki verður fylgt, hóast nógv ár eru liðin, síðani freistin at lúka treytirnar í rundskrivinum er farin.