2,2 miljardir fyri at basa laksalús

Við eini framleiðslu á umleið 80.000 tons, brúka føroyskir alarar einar 113 miljónir krónur til lúsapláguna.

 

- Lús á alifiski er ein alheims avbjóðing í sjógvaling. Ein ofta endurgivin kostnaður er 2,2 miljardir krónur fyri alivinnuna í Evropa og Amerika tilsamans.

 

Tað veit Fiskaaling at siga í síni nýggjastu útgávu av Alitíðindum.

 

- Hetta tal er úr einari frágreiðing, sum roynir at gera eitt yvirlit yvir kostnaðin, grundað á tøl, sum eru tøk í vísundagreinum.

 

Lagt verður aftrat, at íkastið úr Føroyum til talið omanfyri er stívliga 26,5 miljónir krónur um árið. Hetta tal er grundað á framleiðsluna í 2006 á 18.754 tons og á ein kostnað fyri lúsaviðgerð á 1.42 kr./kg.

 

- Við dagsins framleiðslu á umleið 80.000 tons hevði hetta svarað til 113 miljónir krónur, sum er á leið talið, ið nýliga hevur verið frammi í heimligu fjølmiðlunum.

 

Fiskaaling vísir á, at sambært uppgerð hjá Apoteksverkinum er hetta eisini umleið kostnaðurin fyri heilivág til havbúnað, ið var stívliga 114 miljónir krónur í 2013

 

- Talið er tó ikki greinað út á ymisk sløg av heilivági, men ivaleyst er bróðurparturin til lúsaviðgerðir, sigur stovnurin, sum burtur av viðger lúsatrupulleikan í nýggjastu Alitíðindum, nú aliráðstevna varð hildin í Føroyum um dagarnar.