Vit hava onki ímóti at samstarva

Vil Johan Dahl yvirtaka SEV, kostar tað eina milliard

- Vit hava onki ímóti at samstarva.

Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum.

 

Umframt at vera formaður í kommunufelagnum, er Heðin Mortensen eisini borgarstjóri í Havn.

Og sostatt umboðar hann størsta eigaran í SEV, sum er Tórshavnar Kommuna.

 

Og tað er nettupp samstarv ímillum SEV og landið, Heðin Mortensen sipar til, tá ið hann tosar um samstarv.

 

Men hann heldur, at tað, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í kvittanini, er at landið skal ognartaka SEV.

 

- Johan heldur, at landið klára betri at umsita SEV enn kommunurnar gera. Men tað eru vit grundleggjandi ósamd í, sigur Heðin Mortensen.

Hann stúrir fyri gongdini, skuldi tað hent, at tað almenna yvirtekur SEV.

 

Vit hava sæð tað fyrr, at almennir stovnar enda sum eitt alment partafelag, og so er SEV einskilt, áðrenn vit vita av, heldur Heðin Mortensen.

 

Hann heldur nettupp, at styrkin í SEV er, at talan er um eina samhaldsfasta skipan, sum øll eru felags um.

 

Og kommunurnar kunnu ikki avhenda eina ogn fyri eina milliard, leggur hann afturat.

So ætlar SEV sær at yvirtaka SEV, kostar tað eina milliard, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.

 

Tann peningurin kann so koma borgarunum til góðar, antin sum ein skattalætti, ella við tað, at kommunur kunnu bjóða borgarum sínum tænastur.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Kommunufelagnum greiða frá