Hon er stórfavorittur at vinna X Factor

Veddingafyritøkurnar peika á greiðan favoritt at vinna X Factor kappingina hjá DR

Frá byrjan av ársins X Factor kapping hjá Danmarks Radio hevur hon verið mett sum kanska sterkasti luttakarin, og veddingafyritøkurnar eru ikki í iva um, hvør er favorittur at vinna X Factor hesaferð.

15 ára gamla Emilie hevur nógv tey lægstu oddsini, tá ið tippast skal um vinnaran av X Factor. Hon hevur í løtuni odds 1.90 hjá Danske Spil. Næstur í røðini eru City Boys, sum hava odds 3,50.

Jógvan Joensen hevur næsthægst odds – 15. Bert Tannaz hevur hægri odds, og harvið sambært veddingafyritøkunum minni møguleika at vinna X Factor.